Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. mai 2007 Nr. 47

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum…

Í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 4. juni 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Loyvt er at framleiða, flyta inn og selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í endurfyllingaríløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu endurfyllast, og í einnýtsluíløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu verða nýtt til annað endamál enn tað upprunaliga. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvørji íløt og úrdráttir eru fevnd av § 1.” 2) § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Áðrenn loyvt er at selja og flyta inn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum, skal søkjast um loyvi frá landsstýrismanninum. Stk. 2. Í umsóknini skal m.a. tilskilast: 1) hvat slag av úrdrátti og ílati tað snýr seg um, 2) hvat framleiðarin ella innflytarin hevur gjørt fyri at tryggja sær, at hann fær tómu íløtini aftur, og 3) til hvønn íløtini verða avhendað, umframt váttan frá móttakara um, at hesi verða endurnýtt. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í loyvinum víkja frá treytini um endurnýtslu, um umsøkjari kann skjalprógva, at tað er ógjørligt ella umhvørvisliga ikki ráðiligt at endurnýta viðkomandi íløt. Stk. 4. Í loyvinum frá landsstýrinum verður m.a útgreinað, hvørjar skrásetingar framleiðari og innflytari skulu gera í sambandi við sølu og móttøku av íløtum, og í hvønn mun hesar skulu latast landsstýrismanninum. Stk. 5. Innflytari skal vátta fyri tollmyndugleikunum, at loyvi er fingið frá landsstýrismanninum, áðrenn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum kunnu útflýggjast. Stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í lógini og reglur, ásettar sambært lógini, verða hildnar. Landsstýrismaðurin, ella tann myndugleiki, sum hann heimilar, kann frá innflytara, framleiðara ella seljara krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið neyðug eru í sambandi við útinnan av eftirlitinum. Stk. 7. Um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar, kann loyvið verða tikið aftur, eins og bann kann verða sett framleiðara, innflytara ella seljara fyri sølu av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum. Stk. 8. Fyri viðgerð og avgreiðslu av loyvum eftir stk. 1 verður gjald kravt. Loyvi verður skrivað, tá goldið er.” 3) § 4 verður orðað soleiðis: ”§ 4. Øll, sum framleiða, innflyta ella selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu taka ímóti tómum íløtum av tí slagi, ið tey selja. Stk. 2. Øll, sum keypa tær í § 1 nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu lata tómu íløtini inn aftur til framleiðara, innflytara, heilsølu ella sølustað. Stk. 3. Við sølu av teimum í § 1 nevndu íløtum skulu bæði framleiðari, innflytari og sølustað krevja pant. Á sama hátt skulu framleiðari, innflytari og sølustað lata pant, tá nevndu íløt verða móttikin. Stk. 4. Landsstýrimaðurin ásetir í kunngerð støddina á tí panti, ið skal verða kravt ella latið eftir stk. 3. Eisini kann verða ásett, at einki pant skal verða latið í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu.” 4) § 5 verður orðað soleiðis: ”§ 5. Framleiðarar, innflytarar og seljarar av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum kunnu samskipa og samstarva við annan part um umsitingina av panti, innsavning og avhendan av tómum íløtum. Stk. 2. Samskipan og samstarv eftir stk. 1 er treytað av loyvi frá landsstýrismanninum. Loyvið kann einans verða givið, um mett verður, at møguleikin at fáa tómu íløtini til høldar ikki versnar.” 5) Í § 6 verða sum stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í lógini, kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis verður danski teksturin settur úr gildi. Tórshavn, 15. mai 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jacob Vestergaard (sign.) Lm. nr. 84/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙