Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2013 Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 27. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1, nr. 6 verður “, jbr. nr. 2 í hesi grein” strikað. 2. § 25 b, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Sum skattskyldug inntøka fyri arbeiði uttanlands verður bert roknað skattskyldug inntøka, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði uttanlands ella umborð á útlendskum skipi. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri samsýning fyri arbeiði uttanlands, sum kemur undir grein 15, stk. 4 í norðurlendska tvískattasáttmálanum.” 3. § 29 b, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Til ta skattskyldugu inntøkuna telist ikki samsýning til dómarar, linjuverjar, umframt til venjarar innan ítróttina, og leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, um samsýningin ikki fer upp um kr. 30.000 um árið.” 4. Í § 31, stk. 1, litra d verður sum nýtt 3. pkt. sett: “Avsetingarnar skulu inntøkuførast aftur í seinasta lagi 4. inntøkuár aftaná avsetingarárið, ella tað árið, skipið verður latið av hondum ella fer undir tonsaskatt.” 5. § 54, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um samlaði inntøkuskatturin til land, kommunu og kirkju fer upp um 50% av skattskyldugu inntøkuni, verður tann ov nógv álíknaði inntøkuskatturin lækkaður lutfalsliga til landið, kommununa og kirkjuna.” 6. Í §§ 55, 63 a, stk. 5, 120 o, stk. 1, 2, 3 og 6, 120 p, stk. 1 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broyt til: “TAKS”. 7. § 60, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Alt, sum er lagt inn í peningi fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur, heruppií løn, frítíðarløn, samsýning, tantiéme, provisjón ella líknandi.” 8. Í § 60, stk. 1 verður sum nr. 10 sett: “10) Peningagávur frá arbeiðsgevara”. 9. Í § 100, stk. 3 og 5 verður “Toll- og Skattstovuna” broytt til: “TAKS”. 10. Í §§ 100, stk. 3 og 110, stk. 1 verður “Toll- og Skattstovuni ” broytt til: “TAKS”. 11. Í § 104, stk. 2 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Verður fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki latin TAKS rættstundis, ella sjálvuppgávan ikki kemur inn, verður sekt áløgd við í minsta lagi kr. 1.000 og í mesta lagi kr. 5.000.” 12. Í §§ 104, stk. 3 tvær ferðir, 120 o, stk. 4, 120 o, stk. 7 tvær ferðir, 120 p, stk. 3 tríggjar ferðir og 120 p, stk. 5 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 13. Í § 157 a verður “Toll- og skattafyrisitingini” broytt til: “TAKS”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd tó so, at § 1, nr. 2 og 3 hava…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd tó so, at § 1, nr. 2 og 3 hava virknað frá 1. januar 2013. Tórshavn, 10. mai 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 98/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.