Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2012 Nr. 47

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2011, verður henda broyting gjørd: Aftan á § 36 a verður sett: “§ 36 b. Meirvirðisgjald á olju til bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, kann eftir umsókn verða endurgoldið. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann í kunngerð áseta nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald sbrt. stk. 1.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 8. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 182/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙