Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. mars 2025 Nr. 46

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)

(Innskriving til Familjutænastuna)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 29. mai 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Harumframt tekur Føroya Kærustovnur avgerð í málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan, sbr. § 57, stk. 3, í øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24, fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3 og í málum um privata samdøgursrøkt, sbr. § 63 a, stk. 5.” 2. § 15, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) veita familjuviðgerð ella líknandi stuðul, eitt nú dagviðgerð ella samdøgursviðgerð,” 3. § 15 a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Barnaverndarnevndin kann innskriva familju til familjuviðgerð á stovni sambært § 15, stk. 1, nr. 2.” 4. § 15 a, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Barnaverndarnevndin kann veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið standast av fyriskipan eftir stk. 1 og 2 og eftir § 15, stk. 1, nr. 2, tá ið foreldrini ikki sjálvi megna útreiðslurnar. Um familjan verður innskrivað sambært stk. 1, fáa foreldrini endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi hægstu sjúkradagpeningaveiting.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 27. mars 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 50/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙