Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. apríl 1996 Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður § 27…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður § 27 orðað soleiðis: “§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. mai 1996 Tons rund vekt: Toskur á Føroya Banka 500 Toskur á landgrunninum 18.500 Hýsa 12.000 Upsi 39.000 Kongafiskur 11.000 Stk. 2. Aftrat heildarkvotum sambært stk. 1. verða ásettar ískoytis- og hjáveiðukvotur fyri fiskifør undir føroyskum flaggi fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. mai 1996 Tons rund vekt: Toskur á Føroya Banka 50 Toskur á landgrunninum 2.775 Hýsa 600 Upsi 1.950 Kongafiskur 550 Stk. 3. Fiskiførum ella bólkum av fiskiførum, sum eru í veiðu eftir fiskasløgum undir kvotu, kann veitast ískoytiskvota ella hjáveiðukvota, har ikki slepst undan hjáveiðu, sum fer út um egnu kvotu ellla felagskvotu.
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. apríl 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.