Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2011 Nr. 46

Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul, sbr. tó pkt. 2. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í pkt 1, missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikið av tí arbeiðsleysa. Stk. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l.” 2) Eftir § 19 verður sett: “§ 19 a. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum hann hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, hevur viðkomandi skyldu at endurrinda arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið. Í tann mun tað ber til, er heimilað Arbeiðsloysisskipanini at mótrokna hesar útreiðslur í arbeiðsloysisstuðli til viðkomandi. Stk. 2. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk aðru ferð ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum viðkomandi hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, missir, umframt at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini skeiðskostnaðin sambært stk. 1, rættin til arbeiðsloysisstuðul í fýra vikur at rokna frá degnum eftir, at Arbeiðsloysisskipanin fær kunnleika til, at viðkomandi ikki møtti upp. Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l.”

§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 139/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙