Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2006 Nr. 46

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

(Kapitalvinningsskattalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 15. december 2005 verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 1, stk. 1 verður sum nr. 7 sett: “7) Rentuútreiðslur, jb. § 10, stk. 3”. 2) Í § 6, stk. 4 verður “10.000 kr.” broytt til “1.000 kr.”. 3) § 6, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Valutakursvinningur ella -tap av fíggjarkrøvum og skuld, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna eftir skattalógini. Vinningurin ella tapið verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, vinningurin er staðfestur, og tapið er goldið.” 4) § 9, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Feløg og grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum.” 5) § 9, stk. 2 verður strikað. 6) § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur roknaðar upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14. Fyri feløg og grunnar v.m. verður rentuinntøkan roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Stk. 2. Samsýning fyri viðhangandi ella góðskrivaða rentu í sambandi við avhending ella útvegan av rentuberandi krøvum verður tikin við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, tá avhendingin ella útveganin av kravinum fer fram. Samsýning, sum verður goldin peningastovni í sambandi við, at peningur verður tikin út (dekort), verður tikin við í uppgerðina av rentuinntøku tað árið, samsýningin verður skuldskrivað. Stk. 3. Rentur, sum stava frá lántøku hjá likamligum persónum í peningastovnum o.ø., ið er tikið í sambandi við keyp av virðisbrøvum, kunna mótroknast í kapitalvinningi. Stk. 4. Niðanfyristandandi rentu-inntøkur verða ikki skattaðar: 1) Rentur, sum verða góðskrivaðar kontuni fyri eina eftirlønarskipan við innskoti í peningastovni v.m., so leingi tær ikki verða útgoldnar. 2) Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum. 3) Rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum, sambært Lov nr. 7 af 9. januar 1980 om Lønmodtagernes Dyrtidsfond med senere ændringer. 7) Í § 14, stk. 1 verður “, 10 og 28” broytt til “og 10”. 8) Í § 14, stk. 2 verður sum 3. og 4. pkt. sett: “Vísir inntøkuuppgerðin eftir skattalógini hall, kunnu feløg og grunnar o.o. taka vinning eftir hesi grein við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Hetta er tó bert galdandi fyri so stóran part av vinninginum, sum dekkar hall, harundir hall frá eldri inntøkuárum, sum felagið kann føra fram til frádrátt í seinni inntøkuárum.” 9) Í § 14 verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Er ongin kapitalvinningur at mótrokna rentuútreiðslur við, kunnu rentuútreiðslur verða fluttar fram til mótrokning í kapitalvinningi næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár treytað av, at tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan nettovinning í einnum inntøkuári frammanundan.” 10) § 15 verður orðað soleiðis: “§ 15. Feløg og grunnar o.o., sum útluta vinningsbýti til likamligar persónar, skulu halda 35% aftur í skatti. Tá ið útlutað verður til feløg og grunnar v.m., sum ikki eru fevnd av § 9, stk. 1, 2. pkt., skal haldast aftur ein skattur á 18 %. Skattur skal eisini haldast aftur í sambandi við, at felag keypir egin partabrøv o.a., fevnd av § 5 í hesi lóg. Skattur skal ikki haldast aftur av vinningsbýti til partabrøv o.a., sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta reglur um, at skattur ikki skal haldast aftur, ella at skattur skal haldast aftur við einum lægri satsi, enn ásett í stk. 1. Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar aftaná avgerð um at útluta vinningsbýti skal felagið, grunnurin o.o. rinda Toll- og Skattstovu Føroya peningin og leggja við eina vinningsbýtisuppgerð, sum vísir, hvussu skatturin er roknaður, hvørjir persónar og feløg fáa útlutað vinningsbýti, um tey eru kend, og hvørji feløg og grunnar o.o. ikki skulu rinda skatt, jbr. § 9, stk. 1. Skatturin áliggur tó móttakaranum. Stk. 4. Hevur felagið ikki goldið afturhildnan skatt, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøka felagsins verður gjørd upp eftir skattalógini.” 11) § 17 verður strikað. 12) § 18, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tað áliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu upphæddina sambært § 14 á oyðublaði, sum Toll- og Skattstova Føroya letur gera. Oyðublaðið skal latast Toll- og Skattstovu Føroya samstundis, sum sjálvuppgávan eigur at verða latin inn sambært reglunum í skattalógini. Persónar, feløg og grunnar o.o., sum hava fingið forprentað oyðublað, skulu tó ikki lata inn oyðublað, um so er, at forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar.” 13) Í § 18 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Er skatturin eftir § 14 hægri enn fyribilsskattur, goldin sambært § 15 og/ella § 16, verður hann nevndur írestandi skattur. Er írestandi skatturin 500 kr. ella minni, verður hann ikki kravdur inn. Er skatturin eftir § 14 lægri enn fyribilsskattur, goldin sambært § 15 og/ella § 16, verður hann nevndur avlopsskattur. Er avlopsskatturin minni enn 50 kr., verður hann ikki útgoldin.” Stk. 2, 3, 4 og 5 verða hereftir stk. 3, 4, 5 og 6. 14) Í § 20, stk. 2, verður eftir “kap. 1-4” sett: “og 7 ” 15) Í § 23, stk. 1 verður eftir “villleiðandi upplýsingar,” sett: “ella letur vera við at lata inn oyðublað, sambært § 18, stk. 1, hóast forprentaðu upplýsingarnar ikki eru rættar og fullfíggjaðar,” 16) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Hóast ásetingarnar í § 4 í hesi lóg, skal vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 ikki roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá virðisbrøvini eru útvegað fyri 16. november 2001, og vinningurin ella tapið er ásannað fyri 1. januar 2007.” 17) § 28 verður orðað soleiðis: “§ 28. Virðisbrøv, nevnd í § 1, nr. 1, ið eru útvegað fyri 16. november 2001, og sum ikki eru avhendað fyri 1. januar 2007, verða eftir hesi lóg roknað sum útvegað fyri eitt mett handilsvirði, sum verður ásett við støði í innara virðinum í felagnum við endan á roknskaparskeiðinum, sum endar í 2006. Skattliga útveganarvirðið verður ásett til eitt mett handilsvirði og sett í eina skattauppgerð fyri seg, sum grannskoðari váttar til sannan. Stk. 2. Landsstýrismanninum við fíggjarmálum verður við kunngerð heimilað at áseta nærri reglur um at áseta, hvussu virðið skal gerast upp, freistir fyri at senda inn uppgerðina, og um møguleiki skal vera at víkja frá hesum. Uppgerðin skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya. Toll- og Skattstova Føroya kann eftirkanna og gera broytingar í virðisásetingini av ogn og skuld. Stk. 3. Hóast stk. 1, verða tey virðisbrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, roknað fyri útvegað fyri skrásetta kursvirðið við dagsenda 31. desember 2006. Stk. 4. Partabrævaeigarar kunnu í staðin fyri virðið eftir stk. 1 og 3 velja at nýta veruliga útveganarvirðið sum skattligt útveganarvirði eftir hesi lóg. Velur partabrævaeigari at nýta veruliga útveganarvirðið, skal hetta verða fráboðað Toll- og Skattstovu Føroya innan 1. oktober 2007. Verður hetta ikki gjørt, verður skattliga útveganarvirðið ásett eftir stk. 1 og 3. Stk. 5. Allar ásetingarnar í hesi lóg um eitt nú uppgerð, frádrátt fyri tap, avmarkingar fyri frádrátt av tapi v.m. eru galdandi fyri virðisbrøv fevnd av kapittul 7. Tó kann frádráttarbæra tapið ongantíð gerast meira enn tað tapið, sum uppruna útveganarvirðið av virðisbrøvunum hevði givið, um selt varð til sama prís. 18) §§ 29 og 30 verða strikaðar. 19) § 31 verður strikað.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hava broytingarnar í nr. 1, 3, 6, 8 og 13 virknað fyri inntøkuárið 2006, meðan broyting nr. 2 og 19 eru galdandi frá inntøkuárinum 2007. Broytingin í nr. 5 er galdandi frá 1. januar 2007.

§ 3 Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya loyva fólki at koma í skattligu støðuna hjá…

Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya loyva fólki at koma í skattligu støðuna hjá foreldrum o.ø. eftir reglunum um successión í § 12 afturvirkandi til 16. november 2001 Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 63/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙