Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2012 Nr. 46

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava rætt til at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærrri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skulu sendast til TAKS.” Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5. 2) § 2, stk. 3, sum verður stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Niðanfyristandandi meirvirðisgjaldskrásettu virki hava rætt til at fáa endurgoldið tað gjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1: 1) Garðsyrki og plantuskúlar 2) Fiskaaling 3) Ídnaður 4) Gistingarhús 5) Vallaraheim 6) Farmaflutningsvirki”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 8. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 160/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙