Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. mai 2016 Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
(KT-nýtsla)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 12 verður sum kapittul 4 a sett: “Kapittul 4 a KT-nýtsla Elektroniskar sjúklingajournalir o.a.
§ 12 a Landsstýrismaðurin kann áseta reglur í sambandi við KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, herundir krøv…
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur í sambandi við KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, herundir krøv til elektroniskar sjúklingajournalir og til nýtslu av standardum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 64/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.