Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. apríl 2000 Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 2, verður “gjaldstovan” broytt til: “Bileftirlit Føroya”. 2) Í § 4, stk. 4, verður “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”. 3) Í § 4, stk. 5, verður “gjaldstovuni” broytt til: “Bileftirliti Føroya”. 4) Í § 5, stk. 2, verður “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”. 5) Í § 5, stk. 3, verður “Gjaldstovan” broytt til: “Bileftirlit Føroya”“ 6) Í § 6, stk. 4, verða orðini “akfarsskrivstovuni (fútaskrivsstovuni)” broytt til: “Bileftirliti Føroya”. 7) § 8, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, kann Bileftirlit Føroya áleggja eitt mánaðarligt áminningargjald upp á kr. 150.” 8) § 8, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Goldin áminningargjøld sambært stk. 2 verða ikki afturgoldin, um gjald verður afturrindað sambært § 4, stk. 3.” 9) Í § 13, stk. 2, nr. 2, verða orðini “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður. Tórshavn, 4. apríl 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.