Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. apríl 2018 Nr. 45

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

(Dagstovnaráð og partvís avtøka av kærurætti)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2005 og løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður strikaður. 2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaðu námsfrøðiligu ábyrgdina av dagstovnaøkinum, og landsstýrismaðurin veitir kommununum yvirskipaða námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving, sbr. § 3, stk. 3.” 3. Aftan á § 2 verður sett: “Dagstovnaráð

§ 2 a Landsstýrismaðurin kann áleggja kommununum í felag innan nærri ásetta freist at seta á stovn eitt…

Landsstýrismaðurin kann áleggja kommununum í felag innan nærri ásetta freist at seta á stovn eitt dagstovnaráð, sum skal veita kommunum og landi ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Stk. 2. Dagstovnaráðið kann ráða kommunum og landi til at seta í verk royndarvirksemi, menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi dagstovnaøkinum. Dagstovnaráðið kann eisini sjálvt taka mál upp. Stk. 3. Í Dagstovnaráðnum eru nýggju umboð, sum verða vald soleiðis: 1) Kommunufelagið velur trý umboð, av hesum minst eitt við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, og eitt foreldraumboð, 2) Mentamálaráðið velur eitt umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, 3) Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya velur tvey umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, 4) Føroya Pedagogfelag velur tvey umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, og 5) Javnstøðunevndin velur eitt umboð. Stk. 4. Dagstovnaráðið skipar seg sjálvt og ger sjálvt sínar viðtøkur og sína fundarskipan. Stk. 5. Umboðini verða vald fyri eitt trý ára tíðarskeið. Stk. 6. Kommunufelagið er skrivstova Dagstovnaráðsins.” 4. Í § 5, stk. 3 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”. 5. Í § 8, stk. 2 verður “Stk. 2” broytt til: “Stk. 2.” 6. § 11, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyrisitingarligar avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Tó ber ikki til kæra avgerðir í setanarmálum ella starvsfólkamálum fevndar av § 8, stk. 1 og 3.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 30. apríl 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 110/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙