Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. mars 2001 Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, við seinni…
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: 1) § 2 a, stk. 3, verður strikað. 2) Í § 3, stk. 3, verður skoytt uppí: “Og skal umsókn um hetta verða latin, áðrenn 1. apríl fyri tilskrivaðar rentur almanakkaárið frammanundan.” 3) Í § 3 verður sett sum stk. 4: “Stk. 4. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, nr. 2, litra a, verður rentustuðul bert veittur til tær rentur, sum sambært vanligum lániavtalum verða tilskrivaðar leypandi fyri hvørt álmanakkaár.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum. Tórshavn, 30. mars 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.