Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. mars 2025 Nr. 45

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

(Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, § 11 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022, § 6 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023 og løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett: “(Almannalógin)” 2. Í § 6, stk. 1, 2. pkt., § 15, stk. 3, § 22, stk. 4, 2. pkt., § 24, stk. 4, § 25, stk. 8, § 27, stk. 6, § 29, stk. 8, § 30, stk. 6, § 35, stk. 3, § 36, stk. 4, § 37, stk. 4, § 38, stk. 4, § 39, stk. 2, 1. pkt. og stk. 4, 1. pkt., § 41, stk. 4, § 42, stk. 3, § 43, stk. 2, § 44, stk. 4, § 47, stk. 4, § 48, stk. 4, § 49, stk. 3, § 50, stk. 4, § 51, stk. 8, § 64, stk. 1 og 2, § 66, stk. 1, § 68, stk. 3 og § 69, stk. 1 og 2 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 3. Í § 19 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um treytir og útrokning av fíggjarligum ískoyti til stakútreiðslu.” 4. § 21, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Lestrarstuðul, sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, verður faldaður við 1,5 og síðani drigin frá uppihaldsveitingini.” 5. Í § 47, stk. 3 verður “løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum” broytt til: “løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 27. mars 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 58/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙