Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2013 Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012, verða hesar broytingar gjørdar: 1. Í § 2, stk. 2 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og persónar, sum ikki arbeiða í Føroyum og sum búgva uttanlands, rinda einki í grunnin.” 2. Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “Kravið um skráseting í fólkayvirlitinum í Føroyum er ikki galdandi fyri sjómenn, sum búgva í Føroyum, men av arbeiðsávum eru skrásettir í fólkayvirlitinum í Grønlandi.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2013. Tórshavn, 10. mai 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 123/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.