Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. mai 2005 Nr. 45

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…

“Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 3. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 12 verður orðað soleiðis: ”§ 12. Persónlig viðbót kann veitast einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor. Stk. 2. Verður persónlig viðbót veitt til avdráttarpartin av terminsgjøldum, skal hjálpin afturgjaldast. Stk. 3. Avgerð kann verða tikin um, at persónlig viðbót skal afturgjaldast, tá 1) persónlig viðbót verður veitt orsakað av skilaleysari peninganýtslu, 2) tað um játtanarmundið eru viðurskifti, ið vísa, at pensjónisturin sjálvur innan stutta tíð verður førur fyri at gjalda hjálpina aftur, 3) pensjónistur, ið hevur fingið persónliga viðbót, seinni fær eina upphædd útgoldna til sama endamál og fyri sama tíðarskeið, sum persónliga viðbótin. Stk. 4. Afturgjaldskrav kann bert verða sett fram, um mett verður, at pensjónisturin er førur fyri at bera útreiðslurnar, uttan at pensjónistinum vantar tað, ið er mett hóskandi til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum. Stk. 5. Afturgjald sambært stk. 2 og stk. 3, nr. 1 og 2 kann einans krevjast, um pensjónisturin, tá persónliga viðbótin verður játtað, verður kunnaður um afturgjaldskylduna. Stk. 6. Afturgjaldskrav sambært stk. 2 verður tryggjað við at stovna og tinglýsa veðskuldarbræv ella skaðaloysisbræv í ognini, sum hjálpin viðvíkur. Stk. 7. Afturgjaldskravið sambært stk. 2 fellur til gjaldingar við eigaraskifti. Afturgjaldskravið kann avskrivast, um tað í sambandi við eigaraskifti vísir seg, at verður afturgjaldskravið gjørt galdandi, hevur hetta við sær órímiligar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi ella persónar, viðkomandi hevur uppihaldsskyldu mótvegis. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um 1) veiting av persónligari viðbót eftir stk. 1, herundir møguligt egingjald, 2) afturgjalding sambært stk. 2-7.” 2) Í § 19, stk. 2 verða orðini “Grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður lækkað á sama hátt og í framhaldi av veitingum eftir stk. 2” strikað. 3) § 20 verður orðað soleiðis: ”Inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, undantikið 1) sosialar pensjónir, herímillum pensjón eftir hesi lóg og sosial pensjón, útgoldin sambært lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli, og 2) arbeiðsmarknaðareftirløn sambært lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn. Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast: 1) nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini og 2) inntøka av fyribils uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, tá viðkomandi, eftir at forsorgarhjálpin er hildin uppat, heldur fram at móttaka ta inntøku, forsorgarhjálpin varð veitt sum endurgjald fyri. Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið. Stk. 4. Fyrsta pensjónsútrokningin verður grundað á væntaða ársinntøku frameftir, um inntøkan broytist varandi aftaná pensjónstillutan. Stk. 5. Ein frádráttur verður gjørdur í inntøkugrundarlagnum sambært stk. 1-4. Stk. 6. Tað eftir stk. 1-5 uppgjørda inntøkugrundarlagið verður avrundað niðureftir til næstu upphædd, ið kann býtast við 100.” 4) Í § 30 verður aftaná stk. 5 sum nýtt stk. sett: ”Stk. 6. Læknaváttanir, sum Almannastovan biður um, og aðrar útreiðslur, sum eru fylgja av tilráðingini, verða goldnar sambært hesi lóg.” Stk. 6 verður hereftir stk. 7 5) § 32, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Pensjón annars verður veitt frá 1. í mánaðinum aftaná, at treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftaná dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.” 6) Í § 35 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt 2. pkt. sett: ”Almannastovan kann heimila, at annar myndugleiki ella avvarðandi vegna Almannastovuna umsitur pensjónina fyri viðkomandi.” 2. pkt. verður hereftir 3. pkt.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2005

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2005. Stk. 2. Ásetingin í § 12, stk. 5 um umsorgararbeiði fyri pensjónistar í galdandi lóg verður tó verandi í gildi til 31. desember 2005. Tórshavn, 9. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 26 /2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙