Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. mai 2012 Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 16, stk. 1, pkt. 1 verður orðað soleiðis: “§ 16. Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 75% av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi, býtt við 253.” 2) § 16, stk. 2, pkt. 1 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 210.000.” 3) Eftir § 16 verður sett: “§ 16 a. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn 10 bíðidagar eru farnir. Stk. 2. Um stýrið tekur undir við tí, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta, nær og hvussu bíðidagar verða ásettir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Frá fyrsta útgjaldsskeiði eftir, at lógin er sett í gildi, verða øll, sum eru arbeiðsleys, og sum verða arbeiðsleys eftirfylgjandi, roknað av nýggjum samsvarandi hesi lóg. Tórshavn, 8. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 155/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.