Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. mars 2001 Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni…
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 6, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 2) Í § 3, seinasta pkt., verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 3) § 4, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Treytin fyri útgjalding er, at kravið er gjaldkomið, og at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda tað í § 7, stk. 1, nevnda gjald.” 4) Í § 7, stk. 3, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin ”. 5) § 7 a verður strikað. 6) Í § 8 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 7) Í § 9, stk. 1, 1. pkt., verður “Líkningarráð Føroya” broytt til: “Toll- og Skattstova Føroya”. 8) Í § 9, stk. 1, 4. pkt., verður “Føroya Landsstýri” broytt til: “Landsstýrismanninum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 30. mars 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.