Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. apríl 2019 Nr. 44

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin)

(Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt…

Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 48, stk. 2, 3. pkt. verður strikað. 2. Í § 49 verða sum stk. 2-4 sett: “Stk. 2. Ognari av einum ella fleiri handhavapartabrøvum kann ikki útinnna tey rættindi, sum ein kapitaleigari hevur, uttan so at ognarin hevur givið fráboðan til felagið um sítt ognarhald. Stk. 3. Ognari av einum ella fleiri handhavapartabrøvum kann ikki útinna tey rættindi, sum ein kapitaleigari hevur, uttan so at ognarin er skrásettur í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 57 a ella § 58. Stk. 4. Høvuðsleiðslan hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við, um ein ognari lýkur treytirnar í stk. 1-4.” 3. Í § 319, stk. 1 verður aftan á “§ 44, stk. 1,” sett: “49, stk. 4,”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, verða…

Í løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, nr. 14 verður “at ársfrasøgn kapitalfelagsins ikki verður grannskoðað” broytt til: “at ársfrásøgn kapitalfelagsins ikki skal verða grannskoðað”. 2. Í § 1, nr. 34 verður í § 57 a, stk. 1 “sbr. § 48, stk. 2, 3. pkt.,” strikað. 3. Í § 1, nr. 34 verður § 57 a, stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Skyldan at skráseta eftir stk. 1 og 3 er ikki galdandi, um tey handhavapartabrøv, sum eru ávikavist ognað og avhendað, eru tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði.” 4. Í § 1, nr. 49 verður “pkt. 3” broytt til: “3. pkt”. 5. Í § 1, nr. 51 verður “grannskoðað ársfrásøgn” broytt til: “grannskoðaða ársfrásøgnin”. 6. Í § 1, nr. 57 verður “móðurfelagið” broytt til: “móðurfelagnum” og “móðurfyritøkan” broytt til: “móðurfyritøkuni”. 7. Í § 1, nr. 65 verður “stk. 1” broytt til: “stk. 2”. 8. Í § 1, nr. 105 verður “partabrøv” broytt til: “partabrøvum”. 9. § 1, nr. 118 verður orðað soleiðis: “118. Í § 246, stk. 3 og § 247, stk. 2 verður “samanleggingarætlanini” broytt til: “upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanleggingarætlan”.” 10. § 1, nr. 145 verður orðað soleiðis: “145. Í § 265, stk. 2 verður “kloyvingarætlanini” broytt til: “upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, heruppií eina møgliga kloyvingarætlan”.” 11. Í § 1, nr. 154 verður “§ 276, stk. 1, 2. pkt.” broytt til: “§ 276, stk. 1, 3. pkt.” og “ein metingarfrágreiðing” verður tvær staðni broytt til: “eina metingarfrágreiðing”. 12. § 1, nr. 158 verður orðað soleiðis: “158. Í § 279, stk. 1 verður “har umskapanarætlanin verður greinað og grundað” broytt til: “har greitt verður frá og grundgivið fyri umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2”.”

§ 3 Í anordning nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden af lov om visse erhvervsdrivende…

Í anordning nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Undantikið reglurnar í kapitli 1, 2 og 7 og § 15 f, verður hendan lógin ikki nýtt upp á einstaklingafyritøkur, íognarfeløg og kommanditfeløg.” 2. Aftan á § 15 e, men áðrenn yvirskriftina yvir § 16, verður sett: “§ 15 f. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at §§ 55, 56 og 58 í vinnufelagalógini við neyðugum tillagingum skulu verða nýttar upp á eitt ella fleiri sløg av fyritøkum, sum eru fevndar av hesi lóg.”

§ 4 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Stk. 2. § 49, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 2, verður sett í gildi við kunngerð frá landsstýrismanninum. Stk. 3. Feløg, sum áðrenn ígildiskomu lógarinnar hava samtykt heimildir sbrt. § 155, stk. 1 og 2 í vinnufelagalógini, sum innihalda møguleika at geva út handhavapartabrøv, kunnu nýta hesar heimildir fram til 1. januar 2021. Stk. 4. Handhavapartabrøv, sum eru givin út eftir § 48, stk. 2, 3. pkt. eftir higartil galdandi vinnufelagalóg, ella sum verða givin út eftir heimildum, nevndar í stk. 3, kunnu framvegis vera nýtt eftir, at lógin er komin í gildi. Í Tinganesi, 26. apríl 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 146/2018

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙