Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 1999 Nr. 44

Løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar

Kapittul 1 Endamál o.a.

Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingarnar

Kapittul 3 Útbúgvingarskipanin

Kapittul 4 Skúlaskipanin o.a.

Kapittul 5 Ráðsskipanin

Kapittul 6 Kærurættur

Kapittul 7 Gildissetan

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Endamál o.a.

Kapittul 1 Endamál o.a.

Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri stigvíst uppbygdum útbúgvingum á almanna- og heilsuøkinum. Stk. 2. Útbúgvingarnar sambært stk. 1 eru útbúgving til heilsuhjálpara og útbúgving til heilsurøktara. Stk. 3. Útbúgvingarnar verða lagdar til rættis soleiðis, at bæði ung og tilkomin hava atgongd. Stk. 4. Útbúgvingarnar hava hvør sær til endamáls, at næmingarnir eftir lokna útbúgving hava førleika at røkja uppgávur á almanna- og heilsuøkinum, samanber §§ 6 og 7. Stk. 5. Útbúgvingarnar verða lagdar til rættis við fyriliti fyri teimum almanna-, heilsu- og starvsfólkapolitisku málunum á teimum starvsøkjum, sum útbúgvingarnar fevna um, og tær skulu lagast til galdandi førleikakrøv. Harumframt skulu útbúgvingarnar geva næmingunum møguleika at nema lestrarførleika við atliti at hægri útbúgving.

Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at skift verður millum starvsvenjing á upplæringarplássum og undirvísing í skúla, og tær enda hvør sær við støðumeti.

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útbúgvingarnar herundir um krøv, próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli fyri hvørja útbúgving sær. Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingarnar

Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingarnar

Atgongd til útbúgvingina til heilsuhjálpara er treytað av, at umsøkjari 1) í minsta lagi hevur 1 árs starvsligar royndir ella aðra útbúgving eftir loknan fólkaskúla (9. flokk) ella 2) hevur aðrar royndir, svarandi til krøvini í nr. 1. Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.

Atgongd til útbúgvingina til heilsurøktara er treytað av, at umsøkjari 1) hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella 2) í minsta lagi hevur 1 árs viðkomandi førleika grundaðan á annaðhvørt útbúgving ella starvsroyndir ella eina samanseting av hesum báðum ella 3) hevur lokið sjúkrahjálpara-, røktara-, røktarheimsatstøðara- ella ítrivsvegleiðaraútbúgving. Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin. Kapittul 3 Útbúgvingarskipanin

Kapittul 3 Útbúgvingarskipanin

Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og hevur til endamáls at geva førleika at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur, har brúkarin býr. Stk. 2. Næmingarnir skulu kunna velja almennar lærugreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1 mánaða.

Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 1½ ár og hevur til endamáls at geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis ítrivs- og umsorganaruppgávur, herundir samskipandi og undirvísingarligt virksemi, og til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur á almanna- og heilsuøkinum. Stk. 2. Næmingarnir skulu kunna velja almennar lærugreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1½ mánaða.

Landsstýrismaðurin ásetur reglur um upptøku til útbúgvingina og um skúlasamstarv. Stk. 2. Upptøka av næmingum til útbúgvingarnar sambært hesi lóg skal í størst møguligan mun lagast eftir tørvinum á almanna- og heilsuøkinum.

Næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul. Stk. 2. Næmingi verður veitt ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri tey í stk. 1 og stk. 2 nevndu viðurskifti.

Landsstýrismaðurin ásetur reglurnar fyri útbúgvingarnar. Stk. 2. Útbúgvingarreglurnar verða lagdar soleiðis til rættis, at samanhangur er millum starvsligu upplæringina og skúlaundirvísingina. Stk. 3. Almennar lærugreinir kunnu bjóðast, samanber § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at persónar við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum verða frítiknir fyri partar av útbúgvingunum, samanber § 6, stk. 1 og § 7, stk. 1. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur reglur, ið eru neyðugar fyri at seta í gildi sáttmálar millum Norðurlond.

Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 2. Reglur um døming og reglur um, hvussu próvskjøl verða tilevnað og útflýggjað, verða ásettar av landsstýrismanninum. Kapittul 4 Skúlaskipanin o.a.

Kapittul 4 Skúlaskipanin o.a.

Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

Starvsliga upplæringin fer fram á upplæringarplássum, ið eru góðkend av skúlanum og útbúgvingarráðnum í felag. Stk. 2. Leiðsla skúlans og útbúgvingarráðið hava í felag ábyrgdina av at tryggja tørvin á upplæringarplássum. Stk. 3. Starvsligu upplæringarplássini hava ábyrgdina av starvsvenjingini, herundir at vegleiða næmingin.

Útreiðslurnar av skúlaundirvísingini og av starvsvenjingini verða goldnar úr landskassanum. Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla fíggjarætlan skúlans, áðrenn hon verður send landsstýrismanninum.

Útbúgvingin eftir hesi lóg er ókeypis fyri næmingin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri útreiðslur til undir-vísingartilfar.

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum. Stk. 2. Leiðsla skúlans setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um førleikakrøvini til leiðslu skúlans og lærararnar.

Leiðsla skúlans hevur mótvegis landsstýrismanninum ta dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av skúlanum um hendi. Stk. 2. Leiðsla skúlans, sbr. § 16, hevur ta fakligu leiðsluna av skúlanum og útbúgvingunum um hendi og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi teimum reglum, ið ásettar eru við atliti at galdandi førleikakrøvum. Kapittul 5 Ráðsskipanin

Kapittul 5 Ráðsskipanin

Landsstýrismaðurin setur eitt útbúgvingarráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um almanna- og heilsuútbúgvingarnar sambært teimum heimildum, tí eru givnar. Stk. 2. Gjøllari reglur viðvíkjandi útbúgvingarráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum. Stk. 3. Reglurnar sambært stk. 2 skulu greitt lýsa mannagongdina fyri ráðsarbeiðið, heruppií skrivstovuhjálp og útreiðslur til útbúgvingarráðið, tilnevning og val av ráðslimum og um atkvøðugreiðslur.

Útbúgvingarráðið hevur 5 limir. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin. Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um almanna- og heilsuútbúgvingarnar fevnir um. Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.

Útbúgvingarráðið ger ummæli til landsstýrismannin um: 1) reglur um útbúgvingarnar sum heild og hvørja útbúgving sær, sbr. § 3, 2) reglur um upptøku í skúla og um skúlasamstarv, sbr. § 4, stk. 2, § 5, stk. 1 og § 8, stk. 1, 3) reglur um serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul, sbr. § 9, stk. 1, 4) reglur um ráð og vegleiðing til næmingin viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum, sbr. § 9, stk. 2, 5) útbúgvingarreglur við gjøllari ásetingum, sbr. § 10, stk. 1, 6) frítøku fyri partar av útbúgvingini, sbr. § 10, stk. 4, 7) reglur um próvtøku, sbr. § 11, stk. 1, 8) reglur um døming og hvussu útbúgvingarskjøl verða tilevnað og útflýggjað, sbr. § 11, stk. 2, 9) fíggjarætlan skúlans, sbr. § 14, stk. 2, 10) reglur um gjald fyri undirvísingartilfar, sbr. § 15, stk. 2, 11) reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum, sbr. § 16, stk.1, 12) reglur um førleika, sbr. § 16, stk. 3, 13) tørvin at endurnýggja reglur og at koma við uppskoti um hetta, sbr. § 21, stk. 2, Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal eisini 1) góðkenna og tryggja tørvin á upplæringarplássum, sbr. § 13, stk. 1 og 2, 2) góðkenna lesiætlanir, smb. § 21, stk. 1. Stk. 3. Útbúgvingarráðið kann eftir áheitan ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd til rættis, so at sett mál og krøv verða rokkin, og tað kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tað heldur hava týdning fyri útbúgvingarnar.

Skúlin skal gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa innihaldið í undirvísingini við støði í teimum reglum, ið sambært § 3 eru ásettar fyri hvørja útbúgving sær. Lesiætlanirnar skulu góðkennast av útbúgvingarráðnum. Stk. 2. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja nevndu reglur og at koma við uppskoti um hetta. Kapittul 6 Kærurættur

Kapittul 6 Kærurættur

Avgerðir, sum leiðsla skúlans tekur við atliti at útbúgvingar-, undirvísingar- og próvtøkuviðurskiftum, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 22 kann leggjast til eina kærunevnd. Kapittul 7 Gildissetan

Kapittul 7 Gildissetan

Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar · innanhýsis
Áður galdandi · 27. mars 2006

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙