Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. apríl 2021 Nr. 44

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

(Eftirlit við lestrarvirkni, reglur um stuðul til skúlagjald til lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, norðuratlantsflokkur javnsettur við miðnám í Føroyum og hægri hámark fyri skúlagjald til útbúgving uttan fyri Norðurlond)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165…

Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 verða sum stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Útbúgvingarstovnurin hevur eftirlit við, um tann lesandi er lestrarvirkin, og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tann lesandi er farin undir útbúgvingina, og hvørt hálvár eftir hetta, skal útbúgvingarstovnurin boða Studna frá, um tann lesandi er lestrarvirkin sambært stk. 1, 2. pkt. Stk. 4. Studni kann krevja stuðul rindaðan aftur, um tann lesandi hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella hevur tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars.” 2. Aftan á § 6 a verður sett: “§ 6 b. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at Studni kann veita studning til skúlagjald fyri næming, sum tekur lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, eftir at hava lokið fyrsta árið av gymnasialum miðnámi í Føroyum. Stk. 2. Studningur til skúlagjald fyri næmingin kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár.

§ 6 c Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at næmingur, sum tekur lestrarfyrireikandi gymnasiala…

Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at næmingur, sum tekur lestrarfyrireikandi gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, verður javnsettur við næming, sum tekur miðnámsútbúgving í Føroyum.” 3. Í § 12, stk. 4 verður: ““løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008”” broytt til: “løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.” 4. Í § 13, stk. 1, 3. pkt. og stk. 2 verður “kr. 80.000” broytt til: “kr. 100.000”. 5. Í § 21, stk. 2-4 verður: “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2021

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2021. Stk. 2. Tó kemur § 6 b, sum ásett í § 1, nr. 2, í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Í Tinganesi, 22. apríl 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 116/2020

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙