Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 44 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval (Grindalógin)
(Revsing o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 93 frá 22. juni 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi, tá grind verður merkt til vísindaligt endamál og ikki skal drepast.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4. 2. Í § 2, stk. 1 verða nr. 2 og nr. 6 strikað. Nr. 3-5 verða eftir hetta nr. 2-4. 3. Í § 2 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Tað er loyvt at skjóta nísu, Phocoena phocoena.” Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4. 4. Í § 2, stk. 2, sum verður stk. 3, verður í 2. pkt. “omanfyri” broytt til: “teimum í stk. 1”. 5. Í § 2, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “stk. 1” broytt til: “stk. 1 og 2”. 6. Í § 3, stk. 1 verður aftan á “smáhvalir,” sett: “tó ikki nísa,”. 7. Í § 3, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Harumframt kann sýslumaðurin gera av at lýsa øki á landi ella í loftrúminum yvir sum grindaøki.” 8. Í § 3, stk. 4 verður aftan á “grindadrápi” sett: “ella merking til vísindaligt endamál”. 9. Í § 3, stk. 4 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Ikki er loyvt at seta upp skipanir, tað veri seg á landi, í havinum ella í loftrúmi, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, uttan at landsstýrismaðurin frammanundan gevur loyvi til hetta.” 10. Í § 3, stk. 5 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Ikki er loyvt at reka grind til aðra hvalvág enn hana, sýslumaður hevur tikið avgerð um.” 11. Í § 4, stk. 3 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Ikki er loyvt at halda áfram við drápi, sum sýslumaðurin hevur givið boð um at steðga.” 12. Í § 13, stk. 1 verður “§ 3, stk. 1-4” broytt til: “§ 3, stk. 4 og stk. 5, 3. pkt.” og “§ 4, stk. 1 og 3” broytt til: “§ 4, stk. 3, 4. pkt.” 13. Í § 13 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Tá revsing verður ásett sambært stk. 1 og 2, skal tað metast sum herðandi umstøður, um brot eisini er framt á § 3, stk. 1 um fráboðanarskyldu.” Stk. 3-5 verða eftir hetta stk. 4-6. 14. Í § 13, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “§ 2, stk. 3” broytt til: “§ 2, stk. 4”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 73/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.