Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2005 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast er…
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast er broytt við ll. nr. 86 frá 20. desember 2004, verða í fylgiskjølunum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2 í lógini, gjørdar hesar broytingar: Í fylgiskjali 1 verður aftaná kap. 18 sett: “Kap. 19: 1905.31.11, avgjald 10% + 12,00 kr. pr. kg. Søtar keks 1905.32.00, avgjald 10% + 12,00 kr. pr. kg. Vaflur 1905.90.94, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Snacks Kap. 20: 2005.20.12, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Chips Kap. 21: 2106.90.19, avgjald á 6,00 kr. pr. litur á leskidryksúrdrátti” 1) Í fylgiskjali 1 verður eftir “Kap 22:” sum nýtt vørunummar sett: “2202.10.19, avgjald á 1,00 kr. pr. litur sodavatn” 2) Í fylgiskjali 1 verður Kap. 85 strikaður. 3) Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 vørunummar “1905.30.00” strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett: “1905.31.11, avgjald 2,00 kr./kg. Søtar keks. 1905.31.12, avgjald 2,00 kr./kg. Smákøkur. 1905.32.00, avgjald 2,00 kr./kg. Vaflur.” 4) Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 aftaná vørunummar “1905.90.93” sum nýtt vørunummar sett: “1905.90.94, avgjald 2,00 kr./kg. Snacks.” 5) Í § 2 verður sum nýtt stk. 2. sett: ”Stk. 2. Framleiðsla av teimum vørum í vørunummar 2202.10.19 er, tá ið framleiðslan fer fram á bryggjaríum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2005
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2005. Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa endurgoldið avgjald av vørum í Kap. 85, sum eru á goymslu 30. apríl 2005. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru: 1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 30. apríl 2005 og 2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. juli 2005. Tórshavn, 27. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.