Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. apríl 2019 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, 1) hvussu og nær persónar og arbeiðsgevarar skulu rinda tey í stk. 1 nevndu gjøld, 2) av hvørjum A-inntøkum persónar møguliga sleppa undan at rinda gjaldið, og 3) um avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda tey í stk. 1 nevndu gjøld eftir rokning.” 2. Í § 2, stk. 5 verður aftan á 1. pkt. sum nýggj pkt. sett: “TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.” 3. Í § 2 verður sum stk. 7 sett: “Stk. 7. Fyri persónar, fevndir av Nordisk Konvention om Social Sikring, fylgir gjaldsskyldan til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og møguleikin fyri at vera frítikin fyri at rinda í grunnin, teimum vanligu reglunum.” 4. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónur, 1) sum býr í Føroyum og sum hevur búð í Føroyum í minst 3 ár, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ár, men sum antin er frítikin eftir § 2, stk. 7 ella ikki lýkur krøvini í stk. 1, hevur rætt til 1/15 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt ár, viðkomandi hevur verið búsitandi í Føroyum, tó í mesta lagi 15/15. Ár við frítøku eftir § 2, stk. 7 telja ikki við. 2) sum ikki býr í Føroyum, men sum hevur búð í Føroyum í minst trý ár, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ár, hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirøn fyri hvørt ár, viðkomandi búði í Føroyum, tó í mesta lagi 40/40. Ár við frítøku eftir § 2, stk. 7 telja ikki við.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2019
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2019. Í Tinganesi, 26. apríl 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 89/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.