Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. mars 2002 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtings-lógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 24. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1 1) § 64 i, stk. 2 verður orðað soleiðis
1) § 64 i, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri eftiransandi koyriroynd verður goldið: 1) Fyrsta roynd: kr. 550. 2) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. 3) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. Hóast ásetingina í nr. 1 verður onki goldið fyri fyrstu royndina uttan so, at royndin er kravd vegna tess, at gildistíðin fyri koyrikortið er úti sbr. § 18 b, og tað ikki er endurnýggjað innan eina freist, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, ella vegna treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum sambært § 18 c.” 2) Í § 64 i verður sett sum nýtt stk. 3: “Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 verður onki goldið fyri koyriroynd til bólkarnar A, B, B/E, C, C/E, D og D/E, fyri koyriroynd til traktor ella vinnuligan fólkaflutning, um so er, at umsøkjarin vegna brek hevur fingið stuðul játtaðan til útvegan av bili sambært reglunum um almenna forsorg.”
§ 64 i, stk. 3 verður hereftir § 64 i, stk. 4.
3) § 64 k verður orðað soleiðis: “§ 64 k. Í hesum førum verður goldið soleiðis: 1. Fyri umbýti av gomlum føroyskum koyrikorti ella av donskum, grønlendskum og útlendskum koyrikorti til føroyskt koyrikort: kr. 250. 1. Fyri útgávu av endurriti og endurnýggjan av koyrikorti: kr. 250. 2. Fyri endurnýggjan av koyrikorti til lastbil, lastbil við stórum viðfestisakfari, buss og buss við stórum viðfestisakfari fyri umsøkjarar, sum hava fylt 50 ár, men ikki 70 ár: kr. 250. 3. Fyri endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning: kr. 250. 4. Fyri endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning: kr. 250, tó soleiðis, at verður koyrikortið endurnýggjað, tí tað av heilsuligum viðurskiftum er tíðaravmarkað, verður onki goldið. 5. Fyri útgávu av fyribils bráðfeingiskoyrikorti til koyring í útlandinum: kr. 250. 6. Fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár, verður onki goldið. 7. Fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti, verður onki goldið. 8. Fyri altjóða koyrikort: kr. 150. 9. Fyri ferðafólkakoyrikort: kr. 250.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.