Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. apríl 2021 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
(Tekning av ávísum sertryggingum í útlendskum tryggingarfeløgum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 69…
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015, løgtingslóg nr. 65 frá 30. apríl 2018, løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 og løgtingslóg, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1 verður sum stk. 9 sett: “Stk. 9. Eitt tryggingarfelag í einum ES ella EBS landi kann, uttan mun til treytirnar í stk. 5, tekna henda váða í Føroyum: 1) Váða undir tryggingarflokki 5, sbrt. fylgiskjali 1. 2) Váða undir tryggingarflokki 11, sbrt. fylgiskjali 1. 3) Váða undir tryggingarflokki 12, sbrt. fylgiskjali 1, avmarkað til P & I-trygging til før við einum bruttotonsatali upp á 300 ella meiri. 4) Váða undir tryggingarflokki 13, sbrt. fylgiskjali 1, avmarkað til flogvallarábyrgd.” 2. § 36 verður orðað soleiðis: “§ 36. Her í landinum er tað ikki loyvt við vinnuligum endamáli at hjálpa til við, at beinleiðis tryggingar hjá persónum, búsitandi í Føroyum, føroysk skip ella aðrir váðar, sum eru í Føroyum, verða teknaðar hjá øðrum enn: 1) føroyskum tryggingarfeløgum, 2) útlendskum tryggingarfeløgum, sum lúka treytirnar í § 22, stk. 1, ella § 23, stk. 1, umframt útlendskum tryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi frá Tryggingareftirlitinum, og 3) tryggingarfeløgum úr ES/EBS londum, ið tekna váða sambært § 1, stk. 9.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 22. apríl 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 80/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.