Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2024 Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við § 2 í løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við § 2 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 4, § 8, stk. 4, § 12, stk. 3, § 13, stk. 3, § 14, stk. 2, § 15, stk. 3, § 19, stk. 3 og 4, § 19 a, stk. 7, 1. og 2. pkt., og stk. 8, § 20, stk. 2 og 3, § 23, § 24, stk. 1 og 2, og § 25, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2, verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 2. § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Skyldur og rættindi sbrt. hesi løgtingslóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. § 20 og lestrarstudningi sbr. § 20 a.” 3. Í § 13, stk. 1 verður “kr. 25.000” broytt til: “30.000 kr.”. 4. Í § 15, stk. 2, 3. pkt., § 21, stk. 1, og § 25, stk. 1, 2. pkt. verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”. 5. Í § 15 a, stk. 1, 1. pkt., og § 22 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”. 6. Í § 15 a, stk. 3 verður “Landsstýrismaðurin í vinnumálum” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 7. Í § 17, stk. 2 verður “smbrt.” broytt til: “sbrt.”, og í nr. 1 verður “men ikki 67 ár” broytt til: “men ikki hava nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”. 8. § 18, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) fólkapensjón, fyritíðarpensjón og framskundað pensjón,”. 9. § 18, nr. 2 verður orðað soleiðis: “2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og lønarískoyti til tillagað starv sbrt. § 21 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,”. 10. Heitið á kapitli VII verður orðað soleiðis: “Sjálvstøðug vinnurekandi, nýútbúgvin o.o.” 11. Aftan á § 20 verður í kapitli VII sett: “§ 20 a. Hjá teimum, sum eru nýútbúgvin og ikki longur hava rætt til stuðul frá Studna, verður studningur, móttikin seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna, taldur við í útrokningargrundarlagið sbrt. § 12, stk. 1, 1. pkt. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um barsilspening til nýútbúgvin.” 12. Í § 21, stk. 1 verða aftan á 1. pkt. sum nýggj pkt. sett: “Landsstýrisfólkið kann eisini fáa váttan um mettan føðidag og fráboðan um barnsburð beinleiðis frá Heilsuverkinum umframt læknaváttan um, at tað stendst heilsuvandi fyri fostur og/ella kvinnuna sjálva av at vera í starvinum, og váttan beinleiðis frá Familjufyrisitingini um faðirskap og sammóðurskap og kunning um avgerð um, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við ættleiðing.” 13. Í § 21 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Upplýsingarnar, ið landsstýrisfólkið hevur tørv á frá øðrum myndugleikum fyri at kunna útinna uppgávurnar sambært hesi lóg, kunnu fáast til vega við beinleiðis atgongd til elektronisku upplýsingarnar í telduskipanunum hjá viðkomandi myndugleikum.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. 14. Í § 21, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “landsstýrismanninum tær upplýsingar, hann biður um” broytt til: “landsstýrisfólkinum tær upplýsingar, biðið verður um”. 15. Aftan á § 23, men áðrenn yvirskriftina yvir § 24, verður sett: “§ 23 a. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast Barsilsskipanini elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2024
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2024. Stk. 2. § 1, nr. 2, er galdandi fyri barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi frá og við 1. juli 2024. Í Tinganesi, 16. mai 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 92/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.