Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. mars 2023 Nr. 42

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti

(Hjálparískoyti til húski og hækking av familjuískoyti í 2023)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167…

Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020, § 10 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og løgtingslóg nr. 136 frá 25. oktober 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1 a verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Hjálparískoyti kann veitast til húski, ið lúka treytirnar í hesi løgtingslóg.” Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4. 2. Í § 1 a, stk. 2, sum verður stk. 3, verður aftan á “oljuískoyti” sett: “ella hjálparískoyti”. 3. Aftan á § 2 b verður sett: “§ 2 c. Hjálparískoyti sambært § 1 a er 12.000 kr. í 2023 og kann útgjaldast eina ferð. Stk. 2. Húski, ið telur ein vaksnan, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag 290.000 kr., kann fáa hjálparískoyti. Stk. 3. Húski, ið telur tvey ella fleiri vaksin, har inntøkugrundarlagið í mesta lagi er 440.000 kr., kann fáa hjálparískoyti.

§ 2 d Í tíðarskeiðinum 1. juni 2023 til 31. desember 2023 hækkar familjuískoyti sambært § 2 við 750 kr.…

Í tíðarskeiðinum 1. juni 2023 til 31. desember 2023 hækkar familjuískoyti sambært § 2 við 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.” 4. § 4 a verður orðað soleiðis: “§ 4 a. Í sambandi við oljuískoyti og hjálparískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum roknast við í inntøkugrundarlagið. Stk. 2. Inntøkugrundarlagið, sum oljuískoyti og hjálparískoyti er grundað á, er inntøkan nevnd í § 7, stk. 1 og 3. Stk. 3. Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum oljuískoyti og hjálparískoyti verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnar. Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið oljuískoyti og hjálparískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár. Stk. 4. Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar eitt nú uppgjørdar sjálvuppgávur og endauppgerðir frá TAKS, kontoavrit frá fyribilsskattaskránni hjá TAKS, váttan frá Studna ella útlendskum stuðulsveitara um lestrarstuðul.” 5. § 8 a verður orðað soleiðis: “§ 8 a. Umsókn um oljuískoyti ella hjálparískoyti skal latast Almannaverkinum. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um oljuískoyti ella hjálparískoyti. Stk. 2. Umsókn um oljuískoyti skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30. november 2022. Stk. 3. Umsókn um hjálparískoyti skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2023. Stk. 4. Almannaverkið kann útvega sær upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um oljuískoyti ella hjálparískoyti frá skattamyndugleikum, Landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini. Stk. 5. Oljuískoyti og hjálparískoyti verður útgoldið sum ein upphædd til ein persón í húskinum.” 6. Í § 10 a verður aftan á “oljuískoyti” sett: “ella hjálparískoyti”. 7. Í § 11 a, stk. 1 og 2 verður aftan á “Oljuískoyti” sett: “og hjálparískoyti”. 8. Í § 11 a verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til 50.000 kr., sum ikki verður roknað sum ogn.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 29. mars 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 56/2022

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
familjuískoyti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 1. juni 2026 · innanhýsis
Galdandi · 24. desember 2015

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙