Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. mars 2025 Nr. 42

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin)

(Kunngerðarheimildirnar fáa eins orðing, persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón og framskundaðari pensjón og persónar í tillagaðum starvi verða undantiknir gjaldskyldu, nærri reglur kunnu ásetast um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul verður hækkað, karantenan hjá sjálvstøðugum vinnurekandi verður stytt, bíðidagar verða strikaðir, karantenan hjá burturvístum verður stytt o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin),…

Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2, verður “landsstýrismann” broytt til: “landsstýrisfólk”. 2. Í § 3, stk. 2, verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”. 3. § 4, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Stýrið hevur sjey limir, sum verða valdir av landsstýrisfólkinum. Tríggir limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum; ein umboðandi feløgini hjá tímaløntum, ein umboðandi feløgini hjá fiskimonnunum og útróðrarmonnunum og ein umboðandi feløgini hjá alment settum starvsfólkum. Tveir limir skulu umboða privatu arbeiðsgevararnar og verða valdir eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan ein limur skal umboða hitt almenna sum arbeiðsgevara. Sjeyndi limurin er forfólk.” 4. § 4, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um val av stýri.” 5. § 5, stk. 1, 3. pkt., verður orðað soleiðis: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um roknskaparførsluna.” 6. Í § 5, stk. 3, verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 7. Í § 6, 1. pkt., verður “stýrisformanni” broytt til: “stýrisforfólki”. 8. § 7, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hesi verða eftir umsókn sbrt. § 8 a undantikin frá gjaldskyldu: 1) Persónar, sum móttaka pensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., undantikið einkjur og einkjumenn, sum móttaka miðal fyritíðarpensjón, tí tey hava uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár. 2) Persónar, sum sbrt. løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk eru í tillagaðum starvi.” 9. § 8, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis: “1) Pensjónir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.” 10. Í § 8, stk. 1, verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett: “2) Lønarískoyti til arbeiði í tillagaðum starvi sbrt. løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.” Nr. 2-4 verða eftir hetta nr. 3-5. 11. § 8, stk. 1, nr. 2, litra a, sum verður nr. 3, litra a, verður orðað soleiðis: “a) Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.” 12. Í § 8, stk. 1, nr. 3, sum verður nr. 4, verður aftan á “Norðurlondunum” sett: “undantikið Grønlandi”. 13. Í § 8 a, 1. pkt., verður “§ 8, nr. 4” broytt til: “§ 8, stk. 1, nr. 5”. 14. § 9, stk. 1, verður orðað soleiðis: “ALS-gjaldið hjá teimum gjaldskyldugu er 2,25% av tí í § 8 nevnda gjaldsgrundarlagi. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta eitt lægri gjald og nærri reglur um ALS-gjaldið.” 15. § 9, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum tey gjaldskyldugu móttaka ella rinda inntøku sbrt. § 2, nr. 1. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið seta aðra gjaldfreist fyri gjaldskyldug sbrt. § 7, stk. 1, nr. 2, og tey, sum taka ímóti inntøku sbrt. § 2, nr. 1, litra b og c. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda ALS-gjald eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini.” 16. § 9, stk. 4, verður strikað. 17. § 11 verður strikað. 18. § 12, stk. 2 og 3, verða strikað. Stk. 4-6 verða eftir hetta stk. 2-4. 19. § 12, stk. 5 og 6, sum verða stk. 3 og 4, verða orðað soleiðis: “Stk. 3. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í seks mánaðir, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald. Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um, hvør er sjálvstøðugur vinnurekandi, nær hin sjálvstøðugi vinnurekandi er arbeiðsleysur, heruppií nær tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið hjá viðkomandi er hildið uppat, ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi, avgreiðslugjøld og rentu fyri ov seint rindað inngjøld, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugi vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær tær skulu verða latnar, áseta freist fyri at lata hesar upplýsingar og um útgjaldið til sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru vorðin arbeiðsleys o.tíl.” 20. Í § 12 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. ALS-gjøld sbrt. stk. 4 kunnu krevjast inn við panting.” 21. § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir Arbeiðsloysisskipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeiðsávísingina. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um inngjald, útgjald, nær hesir persónar eru arbeiðsleysir, tøkir o.tíl.” 22. Í § 14, stk. 1, nr. 6, verður “sambært § 12, stk. 6” broytt til: “sbrt. § 12”. 23. § 14, stk. 2, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, fráboðanarfreist o.a.” 24. § 14, stk. 3, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um longdina á tíðarskeiðinum umframt treytirnar annars.” 25. Í § 14, stk. 4, verður “landsstýrismaðurin í kunngerð” broytt til: “landsstýrisfólkið”, og “o. l.” verður broytt til: “o.tíl.”. 26. § 15, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis: “1) Pensjónir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.” 27. Í § 15, stk. 1, verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett: “2) Lønarískoyti til arbeiði í tillagaðum starvi sbrt. løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.” Nr. 2-4 verða eftir hetta nr. 3-5. 28. § 15, stk. 1, nr. 2, litra a, sum verður nr. 3, litra a, verður orðað soleiðis: “a) Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.” 29. Í § 15, stk. 1, nr. 3, sum verður nr. 4, verður aftan á “Norðurlondunum” sett: “undantikið Grønlandi”. 30. Í § 15 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Útrokningargrundarlagið sbrt. stk. 1 hjá arbeiðsleysum, sum hava verið í starvi við lønarískoyti sbrt. § 25, stk. 3, nr. 2, verður roknað av nýggjum, tá viðkomandi kemur aftur í Arbeiðsloysisskipanina, eftir at starvstíðin er endað. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ikki verða lægri, enn tað var, frammanundan viðkomandi fór í starv við lønarískoyti.” 31. § 16, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 80% av árligu grundlønini fyri 40 tíma arbeiðsviku hjá fastløntum sambært lønarsáttmálanum fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag umframt eftirlønargjaldið sbrt. § 17. Mesti árligi arbeiðsloysisstuðul verður rundaður upp til næstu heilu krónu. Nýggjur mesti árligi arbeiðsloysisstuðul fær virknað fyrsta útgjaldsskeið eftir, at nýggjur sáttmáli er skrivaður undir millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, og eftir eina møguliga lønarhækking í sáttmálaskeiðnum. Frádrignar hesi upphædd verða egnar tænastumannapensjónir umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8.” 32. Í § 16, stk. 3, verður “ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð” broytt til: “kann landsstýrisfólkið áseta nærri”, og “o. l.” verður broytt til: “o.tíl.” 33. § 16, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um, í hvønn mun hin arbeiðsleysi kann hava aðra inntøku, samstundis sum hann fær arbeiðsloysisstuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og nærri reglur í hesum sambandi.” 34. § 16 a verður strikað. 35. Í § 18, 1. pkt., verður “8 vikur” broytt til: “fýra vikur”, og í 3. pkt. verður “landsstýrismaðurin í kunngerð áseta” broytt til: “landsstýrisfólkið áseta nærri”, og “o. l.” verður broytt til: “o.tíl.”. 36. Í § 19, stk. 2, verður “landsstýrismaðurin í kunngerð áseta” broytt til: “landsstýrisfólkið áseta nærri”, og “o.l..” verður broytt til: “o.tíl.”. 37. Í § 19 a, stk. 2, verður “landsstýrismaðurin í kunngerð áseta” broytt til: “landsstýrisfólkið áseta nærri”, og “o.l.” verður broytt til: “o.tíl.”. 38. Í § 20, 3. pkt., verður “ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð,” broytt til: “kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um,”, og “o.l.” verður broytt til: “o.tíl.”. 39. Í § 20 a, stk. 2, verður “ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð,” broytt til: “kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um,”, og “o. l.” verður broytt til: “o.tíl.”. 40. § 22, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna fýra ára skeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 648 dagar, ella tá ið persónurin uttan steðg hevur verið í Arbeiðsloysisskipanini í fýra ár.” 41. Í § 24, stk. 1, 3. pkt., verður “ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð” broytt til: “kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um”. 42. Í § 24, stk. 4, verður “Stýrið ger í kunngerð” broytt til: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta”. 43. Í § 25, stk. 3, nr. 2, verður “lønt starvsvenjing” broytt til: “starv við lønarískoyti”. 44. Í § 25, stk. 4, verður “Nærri reglur um arbeiðsmarknaðarátøk verða ásettar í kunngerð frá landsstýrismanninum, og eftir góðkenning frá stýrinum fyri ALS,” broytt til: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um arbeiðsmarknaðarátøk”. 45. Í § 25 a, stk. 1, verður “ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð” broytt til: “kann landsstýrisfólkið áseta”. 46. § 25 b verður orðað soleiðis: “§ 25 b. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um størv við lønarískoyti, endurrindan av stuðli til arbeiðsgevarar og møguligum øðrum útreiðslum, undir hvørjum umstøðum, persónar kunnu fara í starv við lønarískoyti, hvussu long slík størv kunnu vera o.tíl.” 47. Í § 27 a verður “Landsstýrismaðurin kann áseta” broytt til: “Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri”. 48. § 28, stk. 5, verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um smámunamørk í sambandi við, at ALS eigur pening til góðar hjá viðskiftafólki, ella at viðskiftafólk eiga pening til góðar hjá ALS.” 49. Í § 31, stk. 1, verður “Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 50. § 31, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrisfólkið áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging o.a. fyri teir persónar, sum eru fevndir av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í kapitli 3-5 í hesi løgtingslóg”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 25. mars 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 46/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙