Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. apríl 2017 Nr. 42

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Sendifólk Føroya skattskyldug í Føroyum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður sum nr. 2 sett: “2) Sendifólk Føroya uttanlands, sum ikki eru fevnd av nr. 1 ella 4, umframt sambúgvandi hjúnafelagar teirra og heimabúgvandi børn, sum eru undir 18 ár við inntøkuársins byrjan, tá hesi ikki eru skyldug til at rinda inntøkuskatt til annað land eftir reglunum fyri harbúgvandi persónar.” 2. Í § 25 b, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “1. pkt. er heldur ikki galdandi fyri sendifólk Føroya uttanlands.” 3. Í § 29, nr. 7 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “1. pkt. fevnir eisini um útiviðbót, heimflytingarviðbót og útreiðslur til búseting hjá sendifólki Føroya, umframt aðrar líknandi útreiðslur, sum eru at meta sum fulnaður fyri meirútreiðslur, sum standast av tænastuni uttanlands.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 3 er tó galdandi frá 1. januar 2013, men bert í tann mun útiviðbótin v.m. er størri enn skattliga virðið av at vera settur í skatt eftir § 25b, sbr. § 33, nr. 13 í skattalógini og § 1, stk. 2 í ásetingarlógini í mun til skattseting eftir reglunum í § 1, stk. 1 í ásetingarlógini og uttan inntøkufrádrátt. Í Tinganesi, 10. apríl 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 58/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙