Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. mai 2010 Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um postvirksemi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá…
Í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 8 verður sett: “§ 8 a. Ein loyvishavi eftir § 8 kann við góðkenning frá landsstýrismanninum seta á stovn og nýta eina dátuskrá við upplýsingum um teir postmóttakarar í Føroyum, sum loyvishavin hevur skyldu at tryggja postflutning til, sbr. § 4. Stk. 2. Til at stovna og dagføra dátuskránna kunnu upplýsingar fáast til vega í elektroniskum líki frá skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, uttan at persónarnir eru eyðmerktir frammanundan. Tað kunnu ikki latast aðrar upplýsingar enn tær, sum eru nevndar í § 35, stk. 2, nr. 1-5, 7-8 og 10 í Løgtingslóg um fólkayvirlit. Stk. 3. Persónsupplýsingar, sum verða latnar til dátuskránna frá skránni hjá Landsfólkayvirlitinum sbrt. stk. 2, kunnu bara nýtast í sambandi við flutning av sendingum, sum eru fevndar av flutningsskyldu. Stk. 4. Upplýsingarnar kunnu tó eisini nýtast í sambandi við flutning av øðrum sendingum, sum ikki eru fevndar av flutningsskyldu, tá atlitið til góðskuna og eina skynsama tilrættislegging av postflutningum ger tað neyðugt at blanda viðgerðina av slíkum sendingum og sendingum, fevndar av flutningsskylduni, saman. Stk. 5. Løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum er í aðrar mátar galdandi fyri raksturin av dátuskránni. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur ella leggja treytir við loyvinum sbrt. § 8 um rættin hjá øðrum postvinnurekandi at fáa upplýsingar úr dátuskránni hjá einum loyvishava, herundir ásetingar um gjald.” 2) Í § 21, stk. 1 verður sum nr. 4 sett: “4) Reglurnar um dátuskrá, sbr. § 8a, stk. 3-4.” 3) Í § 21 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 7. mai 2010 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 136/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.