Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mai 2016 Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
(Exit-reglur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 121 frá 1. desember 2003, løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, løgtingslóg nr. 141 frá 15. desember 2005, løgtingslóg nr. 46 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 173 frá 22. desember 2009 og løgtingslóg nr. 77 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1, nr. 7 verður strikað. 2. Aftan á § 2 verður sett: “Kapittul 1a Fráflyting
§ 2 a Tá persónur skattliga gerst heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verður hetta við…
Tá persónur skattliga gerst heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verður hetta við atliti at hesi løgtingslóg sammett við sølu og aðra avhendan, um kursvirðið á virðisbrøvum hansara fer upp um 100.000 kr. 1. pkt. er harumframt galdandi fyri partabrøv, sum hava negativt útveganarvirði. Stk. 2. Skattur verður roknaður av samlaða nettovinninginum, sbrt. stk. 1. Skuldargjaldfreist verður veitt eftir §§ 2 b og 2 c, tá vinningur og tap verða gjørd upp eftir realisatiónsgrundregluni.
§ 2 b Persónur kann fáa skuldargjaldfreist, sbrt. § 2 a, tá viðkomandi skattliga gerst heimahoyrandi í…
Persónur kann fáa skuldargjaldfreist, sbrt. § 2 a, tá viðkomandi skattliga gerst heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi. Stk. 2. Skuldargjaldfreist eftir stk. 1 er treytað av, at tað í seinasta lagi fráflytingardagin o.a. verður innlatin sjálvuppgáva til TAKS. Saman við sjálvuppgávuni skal fylgja við eitt innstøðuyvirlit, sbrt. § 2 c. Stk. 3. Skuldargjaldfreistin er treytað av, at tað verður veitt nøktandi trygd. Trygdin skal setast í mun til skáaupphæddina, sum skal setast sum bankatrygd. Stk. 4. Verða sjálvuppgáva og innstøðuyvirlit, sbrt. stk. 2, ikki innlatin rættstundis, fellur rætturin til skuldargjaldfreist burtur, og skatturin fellur til gjaldingar, tá skatturin, um skái ikki varð veittur, hevði verið fallin til gjaldingar. 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Stk. 5. TAKS kann síggja burtur frá freistini at lata inn sjálvuppgávu og innstøðuyvirlit, sum nevnt í stk. 2, sbrt. stk. 4.
§ 2 c Tá skuldargjaldfreist verður veitt, skal eitt innstøðuyvirlit gerast yvir tey virðisbrøv, sum…
Tá skuldargjaldfreist verður veitt, skal eitt innstøðuyvirlit gerast yvir tey virðisbrøv, sum persónurin eigur fráflytingardagin. Virðisbræv, har tann roknaði skatturin eftir § 2 a er goldin, skal tó ikki takast við í innstøðuyvirlitið. Fer skattafrítt partabrævaumbýti, samanlegging ella kloyving fram eftir fráflyting, skulu tey virðisbrøv, sum verða vunnin við successión, innganga í innstøðuyvirlitið. Harumframt verður gjørd ein skáasalda, sum fevnir um tann útroknaða skattin. Skáaupphæddin fellur til gjaldingar eftir reglunum í stk. 2-5. Stk. 2. Við avhending av virðisbrøvum, sum eru í innstøðuyvirlitinum, verður gjørd ein uppgerð yvir vinning og tap. Uppgerðin verður gjørd fyri hvørt virðisbræv sær og verður grundað á keypsprísin og avhendingarupphæddina á virðisbrævinum. Við keypsprís er at skilja keypsprísin, sum varð nýttur í sambandi við útrokningina eftir § 2 a. Við avhending verða fyrst keyptu virðisbrøvini roknað sum tey fyrst seldu. Við avhending við vinningi verður reglan í stk. 3 nýtt, og við avhending við tapi verður reglan í stk. 4 nýtt. Stk. 3. Tað verður roknaður skattur av uppgjørda vinninginum eftir hesi løgtingslóg. Í uppgjørda vinninginum verður frádráttur veittur fyri skatt, sum er goldin Danmark, Grønlandi ella øðrum landi eftir tvískattasáttmála ella eftir § 19 í hesi løgtingslóg. Er uppgjørdi skatturin størri enn skatturin, sum er goldin uttanlands, fellur írestandi skatturin til gjaldingar. Skáasaldan verður niðurskrivað við upphæddini, tá hon er goldin. Um uppgerðin eftir stk. 2 ístaðin hevði viðført eitt tap, um hon varð grundað á virðið á virðisbrævinum fráflytingingardagin og avhendingarupphæddina, verður skáasaldan harumframt niðurskrivað við eini upphædd, ið samsvarar við negativa virðið av uppgjørda tapinum. Í tann mun persónurin eftir útlendskum reglum, sum persónurin er fevndur av, hevur frádrátt fyri tað í 5. pkt. uppgjørda tapið, verður roknað eitt negativt skattavirði av hesum. Ein upphædd samsvarandi við negativa skattavirðið av uppgjørda tapinum fellur til gjaldingar. Stk. 4. Tað eftir stk. 2 uppgjørda tapið verður minkað við eini upphædd samsvarandi við munin millum keypsprísin og virðið fráflytingardagin, um tað fráflytingardagin bleiv uppgjørt eitt tap upp á viðkomandi virðisbræv, tó so at tapið ikki kann niðursetast niður um 0 kr. Tað eftir stk. 2 uppgjørda tapið verður hækkað við eini upphædd sansvarandi við munin millum virðið á virðisbrævinum fráflytingardagin og keypsprísin, um tað fráflytingardagin varð uppgjørdur ein vinningur upp á viðkomandi virðisbræv. Kann tað eftir útlendskum reglum, sum persónurin er fevndur av, uppgerast eitt tap, sum persónurin hevur frádrátt fyri í viðkomandi landi, verður tað roknað eitt negativt skattavirði av hesum. Ein upphædd samsvarandi við tað negativa skattavirði fellur til gjaldingar. Stk. 5. At persónur doyr, verður sammett við avhending av øllum virðisbrøvunum, sum eru partar av innstøðuyvirlitinum. Reglurnar í stk. 2-4 eru samsvarandi galdandi. Stk. 6. Fyri hvørt inntøkuár við skáasaldu størri enn 0 kr. skal sjálvuppgáva sendast TAKS. Saman við sjálvuppgávuni skal bústaður upplýsast. Freistin at lata inn sjálvuppgávu er 1. mai árið eftir inntøkuárið. Verður sjálvuppgáva ikki innlatin rættstundis fellur skáasaldan til gjaldingar. TAKS kann síggja burtur frá freistini at lata inn sjálvuppgávu.
§ 2 d Fær persónur, fevndur av reglunum í §§ 2 a-2 c, aftur skattligan heimstað í Føroyum, eru…
Fær persónur, fevndur av reglunum í §§ 2 a-2 c, aftur skattligan heimstað í Føroyum, eru reglurnar í §§ 2 a-2 c galdandi fyri tíðarskeiðið fram til tilflytingardagin fyri virðisbrøv, sum persónurin framhaldandi eigur. Eftir tilflyting verða virðisbrøvini framhaldandi mett sum útvegað, tá tey vórðu útvegað, men inngangsvirðið eftir tilflyting er handilsvirði tilflytingardagin.” 3. Í § 10 verður stk. 3 strikað. Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3. 4. Í § 14 verður stk. 4 strikað.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 3. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2017. Stk. 4. § 1, nr. 1, 3 og 4 hava virknað fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2017 ella seinni.
§ 1 , nr. 1, 3 og 4 eru ikki galdandi fyri rentur, sum stava frá lántøku áðrenn 1. januar 2017
, nr. 1, 3 og 4 eru ikki galdandi fyri rentur, sum stava frá lántøku áðrenn 1. januar 2017. Í Tinganesi, 6. mai 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 108/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.