Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mai 2015 Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
(Longri farloyvi til ættleiðingarforeldur og skipan av barsilsgrunni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 19. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 3 verða sum 3. og 4. pkt. sett: ”Uttan mun til ásetingina í 1. pkt., hava foreldrini, í sambandi við, at tey fara eftir barninum, rætt til barsilsfarloyvi samstundis í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið. Rætturin til barsilsfarloyvi hetta tíðarskeið er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.” 2. Í § 10, stk. 3 verða sum 3. og 4. pkt. sett: “Uttan mun til ásetingina í 1. pkt., hava foreldrini, í sambandi við, at tey fara eftir barninum, rætt til barsilspening samstundis í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið. Rætturin til barsilspening hetta tíðarskeið er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.” 3. Aftaná § 19 verður sett: “Kapittul VI a Barsilsgrunnurin
§ 19 a Stovnaður verður grunnur, nevndur Barsilsgrunnurin, sum hevur til endamáls at fíggja og rinda út…
Stovnaður verður grunnur, nevndur Barsilsgrunnurin, sum hevur til endamáls at fíggja og rinda út barsilspening sambært hesi løgtingslóg. Stk. 2. Inntøkur grunsins eru barsilsgjøldini sambært §§ 18, 19 og 20. Inntøkur grunsins verða játtaðar á løgtingsfíggjarlógini og verða fluttar Barsilsgrunninum. Stk. 3. Útgald til barsilspening verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Barsilsgrunnurin endurrindar landskassanum útreiðslurnar. Stk. 4. Útreiðslur til umsiting av Barsilsskipanini verða játtaðar á løgtingsfíggjarlógini. Barsilsgrunnurin endurrindar landskassanum umsitingarútreiðslurnar. Stk. 5. Barsilsgrunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum. Stk. 6. Roknskaparhaldið skal fylgja løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av landsgrannskoðaranum. Stk. 7. Landsstýrismaðurin umsitur grunnin, men kann leggja umsitingina til annan almennan stovn. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um umsiting og virksemi grunsins. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri íløgurøkt Barsilsgrunsins soleiðis, at henda er í samsvari við íløgupolitikk landsins.
§ 19 b Barsilsgrunnurin kann verða tikin av við løgtingslóg, og ognir grunsins verða tá fluttar…
Barsilsgrunnurin kann verða tikin av við løgtingslóg, og ognir grunsins verða tá fluttar landskassanum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015. Í Tinganesi, 6. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 83/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.