Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mai 2008 Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Fyri útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum verður stuðul veittur sambært stk. 2, um ferðaleiðin aftur og fram til arbeiðsstað er longri enn 15 km, og sambært stk. 3, um ferðaleiðin er sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar. Stuðul verður bara veittur til ferðing aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað eina ferð um dagin. Stk. 2. Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað: 1) longri enn 15, men styttri enn 30 km, er stuðulin kr. 10,00 2) 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 17,50 3) 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 24,00 4) 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 30,00 5) 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 35,00 6) 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 40,00 7) 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 45,00 8) 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 50,00 9) 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 55,00 10) 212 km og longri, er stuðulin kr. 60,00. Stk. 3. Stuðulin til ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar er: 1) fyri sjóvegis ferðing, suðuroyarleiðin undantikin, kr. 10,00 pr. túr 2) fyri sjóvegis ferðing við suðuroyarleiðini kr. 20,00 pr. túr 3) fyri loftvegis ferðing kr. 20,00 pr. túr 4) fyri ferðing gjøgnum undirsjóvartunlar kr.10,00 pr. túr. Stk. 4. Fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað verður grundað á stytstu ferðaleiðina millum bústað og arbeiðsstað. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvussu vegastrekkir verða uppgjørd og nærri reglur um fyrisitingina av hesi lóg.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við inntøkuárinum 2008. Stk. 2. Møgulig afturgjaldskrøv, vegna afturvirkandi broytingar í stuðulsupphæddunum, verða ikki innheintað. Tórshavn, 22. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 135/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.