Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2024 Nr. 41

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum

(Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30…

Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, § 2 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017, løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019 og § 58 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Landsstýrisfólkið ásetir reglur um kanning av vanlukkum á sjónum, sum viðvíkja føroyskum skipum, og øðrum vanlukkum á sjónum við tilknýti til Føroyar, undir hesum vanlukkum, fevndar av altjóða koduni um kanningar av vanlukkum á sjónum, til tess at staðfesta vanlukkuorsøkina og til at fyribyrgja vanlukkur, og kann, um tørvur er á tí, brúka útlendska serfrøði til tess. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um skyldu at boða Sjóvinnustýrinum frá um vanlukkur á sjónum sambært stk. 1.” 2. Í § 19, stk. 1, 2. pkt. verður “stk. 1” broytt til: “1. pkt.” 3. § 19 b, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Upplýsingar, savnaðar í sambandi við kanningar, sum verða gjørdar sambært altjóða koduni um kanningar av vanlukkum á sjónum sambært § 13, skulu ikki verða nýttar til annað endamál enn kanningararbeiði:” 4. § 19 b, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónar, sum á ein hvønn hátt eru við í arbeiðinum at kanna vanlukkur sambært altjóða koduni um kanningar av vanlukkum á sjónum sambært § 13, hava undir ábyrgd sambært revsilógarinnar §§ 152 og 152 a-152 e skyldu til mótvegis óviðkomandi at halda loyniligt tað, sum teir fáa kunnleika til í sambandi við kanningina.” 5. Aftan á § 21 verður í kapittul 3 sett: “§ 21 a. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við Sjóvinnustýrið um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, skal vera elektroniskt. Landsstýrisfólkið kann áseta, at tað í ávísum førum kann verða givið undantak frá skylduni at samskifta elektroniskt. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um elektroniskt samskifti, undir hesum reglum um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum fílasniðum, talgildari undirskrift o.tíl.” 6. Aftan á § 31 verður sett: “§ 31 a. Landsstýrisfólkið ella tann myndugleiki, sum landsstýrisfólkið gevur heimild til tess, kann stovna neyðugar siglingarskipanir og sjóuppmerkingar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um siglingarskipanir og sjóuppmerkingar.” 7. § 47 verður orðað soleiðis: “§ 47. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um gjald fyri sýn, ið Sjóvinnustýrið útinnir sambært hesi løgtingslóg. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um gjald fyri sýn, ið verða umbiðin, undir hesum sýn umborð á útlendskum skipum. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur viðvíkjandi gjaldi fyri arbeiði við góðkenningum ella loyvisbrøvum sambært hesi løgtingslóg. Stk. 3. Fyrsta sýn er ókeypis. Stk. 4. Eru brek funnin í sambandi við havnastatseftirlit av einum útlendskum skipi, sum gera, at skipið kann verða lagt, kann Sjóvinnustýrið krevja gjald fyri eftirlitið. Skipið verður ikki leysgivið, fyrr enn kravið er goldið ella trygd sett fyri tí. Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um gjaldshátt, freistir fyri inngjald, áminningarskriv, gjøld og rentur o.tíl. viðvíkjandi gjøldunum sambært stk. 1-3.” 8. § 48 verður orðað soleiðis: “§ 48. Klassafeløg, virki og einstaklingar, nevnd í §§ 22 og 23, kunnu krevja gjald fyri arbeiði teirra.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 6 kemur í gildi 1. juni 2024. Í Tinganesi, 16. mai 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙