Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. apríl 2022 Nr. 41

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir

(Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26.…

Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988, løgtingslóg nr. 55 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 12 frá 11. februar 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Undir hesa løgtingslógina koma eigaraíbúðir, ið eru íbúðir, sum hvør sær er egin ogn.” 2. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Til íbúðina liggja í sama mun rættindir og skyldur hjá eigaranum sum limur í eigarafelagnum.” 3. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Eigaraíbúðir kunnu bert gerast í bygningi, sum allur er lagdur sundur í eigaraíbúðir.” 4. Í § 4, stk. 2 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 5. Í § 6, stk. 1, verður “o.t.” broytt til: “o.tíl.” og í stk. 2 verður “hann” broytt til: “eigarin”. 6. Í § 7 verður “v.m.” broytt til: “o.a.” og “landsstýrinum í normalkunngerð” til: “landsstýrismanninum í kunngerð”. 7. Í § 9 verður “húsum, sum eru í gerð,” broytt til: “bygningi, sum er í gerð,”og “hann” til: “tann” og “húsunum” til: “bygninginum”. 8. § 10, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Undir løgtingslógina koma bert íbúðir í bygningum, sum eru ætlaðir at leggja sundur í eigaraíbúðir.” 9. Í § 10, stk. 2, nr. 1, verður “byggi-” broytt til: “byggiviðurskifti”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 4. apríl 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 62/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙