Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2005 Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, verður § 18, stk. 1, nr. 4 orðað soleiðis: 4. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 27. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. 69/2004
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.