Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. mars 2002 Nr. 40

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m.

(rentutryggingarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 30. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis: ”Eftirlønarskipanir við stigvísum útgjaldingum eru: lívrenta, eftirsiturenta, avlamisrenta, eftirlønartrygging ella líknandi rentutrygging.” 2) Í § 1B, stk. 1 verður 2. pkt. strikað. 3) Í § 1C, stk. 1, verður sett sum 4. punktum: ”Til kontoina kann knýtast ein andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygging.” 4) Í § 1D, stk. 1 verður 5. pkt. strikað. 5) Í § 1E, stk. 1, 4. pkt. og 5. stk., 3. pkt. verður ”líkningarráðnum” broytt til ”Landsstýrismanninum“. 6) Í § 1G, stk. 2., verður ”Líkningarráðið” broytt til ”Landsstýrismaðurin“. 7) Eftir § 1G verður sett: ”§ 1H. Eftirlønarupphæddin í peningastovni skal støðlast í samsvar við reglurnar í lógini um bankar og sparikassar. Tá talan er um puljuskipan, kann peningastovnurin uttan avgjald ella inntøkuskatt fyri eftirlønareigaran flyta upphæddir av kontantkontoini, sum svara til negativan ávøkstur í puljuni. § 1I. Avtala kann ikki vera um útgjalding eftir deyða eftirlønareigarans til onnur enn næstu avvarðandi hansara ella hjúnafelaga, fráskildan hjúnafelaga, lívsarvingar, stjúkbørn, fosturbørn ella lívsarvingar teirra.” 8) Í § 2 verður nr. 2) orðað soleiðis: ”reglurnar í eftirlønarskipanini eru gjørdar soleiðis, at løntakarin – eftir § 3 – ikki tekur egin og arbeiðsgevarans gjøld til eftirlønarskipanina við, tá ið tann skattliga inntøkan verður uppgjørd.” 9) § 3 verður orðað soleiðis: ”§ 3. Ein løntakari skal ikki, tá ið skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, taka tey gjøld við, sum hann sjálvur og arbeiðsgevari hansara rinda til arbeiðsgevaraeftirlønarskipan, sum vissar løntakaranum ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftirlønarinntøku ella eina kapitalútgjalding. Tað er tó ein treyt, at tað í eftirlønarsáttmálanum er tilskilað, at løntakarin ikki kann avhenda, veðseta ella á annan hátt ráða yvir gjaldinum saman við rentum, øðrum vinningi, bonusi v.m., so leingi talan er um eina eftirlønarskipan, sbr. § 1H, og at kreditorar hansara ikki í sama tíðarskeiði kunnu halda seg skaðaleysan í hesum gjøldum.” 10) § 4 verður orðað soleiðis: ”§ 4. Rentur og annar vinningur av eftirlønarskipanum í peningastovni v.m. skulu ikki roknast við í skattskyldugu inntøkuna, eins og avgjald ikki verður tikið so leingi, hesar eftirlønir ikki verða útgoldnar.” 11) Í § 6, litra b verður 2. pkt. strikað. 12) Í § 6 B, stk. 2 verður ”40%” broytt til:”55%”. 13) Í § 6 B, stk. 5 verður ”Líkningarráð Føroya” broytt til ”Landsstýrismaðurin”. 14) § 7 verður orðað soleiðis: ”§ 7. Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra b, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 35%. Verður ein eftirlønarskipan útgoldin sum eingangsupphædd, tá ið eftirlønareigarin doyr, verður latið avgjald til landskassan upp á 35% av tí avgjaldsskyldugu upphæddini. Sama avgjald er galdandi, um kapitaleftirløn verður útgoldin vegna viðvarandi óarbeiðsføri.” Stk. 2. Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra a og litra c, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 55%. Fyri kapitaleftirlønir er útgjalding áðrenn 60 ára aldur roknað sum útgjalding í ótíð. Stk. 3. Tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur skyldu til, tá ið ein útgjalding skal fara fram av eini eftirlønarskipan, at útrokna og afturhalda avgjaldið, og innan 4 vikur aftaná, at tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur fingið kunnleika um avgjaldskylduna, at inngjalda avgjaldið til landskassan. Tær í § 6 umrøddu útgjaldingar v.m. verða ikki taldar við, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Avgjaldið kann ikki dragast frá, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Útrokningin av avgjaldinum kann innan 4 vikur eftir, at boðað er frá gjaldskylduni, av tí avgjaldskylduga verða kravd eftirkannað av Toll- og Skattaráð Føroya. Kæra um avgerð hjá Toll- og Skattaráð Føroya kann leggjast fyri landsskattakærunevndina innan 4 vikur eftir, at Toll- og Skattaráð Føroya hevur tikið avgerð sína.” 15) § 9 verður orðað soleiðis: ”§ 9. Flyting frá eini skipan til eina aðra verandi ella nýggja her í landinum fyri sama persón verður ikki viðgjørd sum út‑ ella inngjalding, um so er, at flytingin er: 1) millum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum, 2) frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum, 3) frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina aðra lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing, 4) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjalding, 5) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina aðra kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing, 6) frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing.” 16) §§ 11 og 12 verða strikaðar.

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Tórshavn, 26. mars 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙