Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. mai 2015 Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í lóg um keyp
(Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lóg nr. 102 frá 6. apríl 1906 um keyp, sum broytt við lóg nr. 409 frá 30. november 1965, lóg…
Í lóg nr. 102 frá 6. apríl 1906 um keyp, sum broytt við lóg nr. 409 frá 30. november 1965, lóg nr. 147 frá 4. april 1979, sett í gildi við fyriskipan nr. 549 frá 13. oktober 1982, lóg nr. 638 frá 21. desember 1977, sett í gildi við fyriskipan nr. 588 frá 4. november 1982 og lóg nr. 299 frá 8. juni 1977, sett í gildi við fyriskipan nr. 184 frá 15. mars 1989, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 54 verður orðað soleiðis: “§ 54. Heldur keyparin, at keypti luturin hevur ábrek, skal hann boða seljaranum frá hesum í seinasta lagi tvey ár eftir, at hann fekk lutin. Ger hann ikki tað, kann hann ikki seinni føra fram, at luturin hevur ábrek. Hetta er tó ikki galdandi, um seljarin hevur átikið sær at svara fyri lutinum í longri tíðarskeið ella hevur virkað svikaligt.” 2. Yvirskriftin yvir § 81 verður orðað soleiðis: “Fráboðan um ábrek” 3. §§ 81-86 verða orðaðar soleiðis: “§ 81. Heldur keyparin, at keypti luturin hevur ábrek, skal hann boða seljaranum frá hesum innan rímiliga tíð frá tí, at keyparin gjørdist varugur við ábrekið. Ger hann ikki tað, kann hann ikki seinni føra fram, at luturin hevur ábrek. Fráboðan, sum er givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at keyparin gjørdist varugur við ábrekið, er altíð givin rættstundis.
§ 82 § 81 er ikki galdandi, um seljarin hevur virkað í ósamsvari við vanligt heiðursemi ella av grovum…
§ 81 er ikki galdandi, um seljarin hevur virkað í ósamsvari við vanligt heiðursemi ella av grovum ósketni.
§ 83 Seinasta freist at boða frá ábreki er tvey ár eftir, at keyparin fekk lutin. Boðar keyparin ikki…
Seinasta freist at boða frá ábreki er tvey ár eftir, at keyparin fekk lutin. Boðar keyparin ikki frá, áðrenn hendan freistin er farin, kann hann ikki seinni føra fram, at luturin hevur ábrek. Freistin er tó ikki galdandi, um seljarin hevur átikið sær at svara fyri lutinum í longri tíðarskeið, ella um seljarin hevur virkað í ósamsvari við vanligt heiðursemi. Stk. 2. Um tað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at keyparin fekk lutin, kemur fram, at luturin hevur ábrek sbrt. § 76, verður hetta ábrek mett at hava verið til staðar, tá keyparin fekk lutin. Hetta er tó ikki galdandi, um henda meting er ósambærilig við slagi av luti ella slagi av ábreki. Stk. 3. Keyparin kann ikki boða frá ábreki, sum keyparin var ella átti at verið varugur við, tá hann keypti lutin, ikki uttan so, at grundarlag er fyri hesum í keypsavtaluni, ella seljarin hevur virkað í ósamsvari við vanligt heiðursemi.
§ 84 Fráboðanir sambært §§ 81 og 83 kunnu eisini verða givnar framleiðara ella øðrum vinnurekandi, sum…
Fráboðanir sambært §§ 81 og 83 kunnu eisini verða givnar framleiðara ella øðrum vinnurekandi, sum í sambandi við keypið hava átikið sær at bøta um møgulig ábrek við lutinum. Í keypum, nevnd í § 4 a, stk. 2, kann fráboðan eisini verða givin tí vinnurekandi, ið vegna seljaran hevur gjørt ella fingið í lag avtaluna um keypið.
§ 85 Ætlar keyparin at boða frá ábreki til framleiðara ella annan vinnurekandi, sum í sambandi við…
Ætlar keyparin at boða frá ábreki til framleiðara ella annan vinnurekandi, sum í sambandi við keypið hevur átikið sær at bøta um møgulig ábrek við lutinum, skal keyparin boða seljaranum ella hinum vinnurekandi frá, innan rímiliga tíð frá tí, at keyparin gjørdist varugur við ábrekið. Ger hann ikki tað, kann hann ikki seinni føra fram, at luturin hevur ábrek. Fráboðan, sum er givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at keyparin gjørdist varugur við ábrekið, er altíð givin rættstundis.
§ 86 § 61, stk. 1 er eisini galdandi fyri tær í §§ 81 og 83-85 nevndu fráboðanum frá keypara
§ 61, stk. 1 er eisini galdandi fyri tær í §§ 81 og 83-85 nevndu fráboðanum frá keypara.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015. Í Tinganesi, 6. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.