Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. januar 2001 Nr. 4
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum við seinni…
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Almannaveitingar, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verða frá og við 1. januar á hvørjum ári javnaðar við 4% sambært §§ 5-6. Tó verða grundupphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjón ikki javnaðar.” 2. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: Upphæddir pr. 1/1-2001’ Almannapensjónslógin 2001 Árliga kr. Grundupphædd - støk 50.028 Grundupphædd – gift hvør 39.756 Viðbót til fólkapensjón – støk 22.524 Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 16.380 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 49.728 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 44.904 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 16.140 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 14.004 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 15.240 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 12.240 Hjálparviðbót 24.960 Røktarviðbót 49.812 Avlamisviðbót/avlamisveiting 23.340 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 21.400 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 42.800 Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l. 2001 Árliga kr. Upphædd til persónligan tørv 8. 424 Gjald fyri umlætting 94 (um samdøgrið) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 2001 Árliga kr. Upphædd 4.400 Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. 2001 Árliga kr. Barnagjald smb. § 5 9.000 Gjald í samband við føðing eftir § 6 514 (eingangsupphædd) Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6 887 (eingangsupphædd) Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2 9.000 Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3 (Tvær ferðir upphæddina sambært § 5 ) ” 3. § 4 verður strikað. 4. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. januar 2002.” 5. Í § 7, stk. 2, verður sum nýtt 3. pkt. sett: “Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkujavnað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini um almannapensjónir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001. Tórshavn, 25. januar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.