Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. mars 1950 Nr. 39

Kunngerð um fiskivinnustatistikk fyri Føroyar

Við heimild í løgtingslóg nr. 1 av 3. januar 1950 um statistikk verður sett í gildi:

§ 1 Hvørja ferð føroyskt fiskiskip landar veiðu í føroyskari havn frá langfarafiskiskipi, sild…

Hvørja ferð føroyskt fiskiskip landar veiðu í føroyskari havn frá langfarafiskiskipi, sild undantikin (smbr. § 5), hevur reiðarin skyldu at ansa eftir, at tað, í seinasta lagi 2 dagar eftir landingina, verða sendar landsstýrinum fyribils uppgávur (statistikk) yvir nøgd og góðsku av fonginum. Hesar uppgávur, ið skulu verða váttaðar av avvarandi vrakieftirlitsmanni ella av vrakara, sum hann hevur lagt hetta starv á, verða at senda landsstýrinum um vrakarastovnin. Uppgávurnar skulu greiða frá, hvørt skipið er, veiðupláss, hvussu langur túrurin hevur verið, herav veiðudagar, hvar og nær landað varð o.s.fr. samsvarandi landsstýrisins fyriskipanum.

§ 2 Hvørja ferð farmur av fiski, landaður í føroyskari havn, verður avskipaður til Danmark ella…

Hvørja ferð farmur av fiski, landaður í føroyskari havn, verður avskipaður til Danmark ella útlandið, hevur avvarandi reiðari skyldu til, í seinasta lagi 2 dagar eftir avskipanina, at senda landsstýrinum um vrakistovnin fullfíggjaða taluppgávu (statistikk) yvir fiskasløg, nøgd, bruttosøluprís og góðsku, váttað av avvarandi vrakieftirlitsmanni ella av vrakara, sum hann hevur lagt hetta starv á. Taluppgávan skal greiða frá, hvørjum fiskiskapi og hvørjum túri fongurin er frá samsvarandi landsstýrisins greiniligu fyriskipanum. Verður ein fiskafarmur avskipaður í fleiri pørtum, skulu allar taluppgávur verða sendar í senn, tá ið allur farmurin er avskipaður.

§ 3 Hvørja ferð føroyskt fiskiskip ikki kemur til Føroyar, men landar fongin í danskari ella…

Hvørja ferð føroyskt fiskiskip ikki kemur til Føroyar, men landar fongin í danskari ella útlendskari havn, hevur avvarandi reiðari skyldu til, seinast 14 dagar frá landing, at senda landsstýrinum um vrakarastovnin greiða taluppgávu (statistikk) yvir fiskaslag, nøgd, bruttosøluprís og yvir nøgd av vrakfiski, um slíkur hevur verið uppi í. Taluppgávan skal greiða frá, hvørt skipið er, veiðupláss, hvussu langur túrurin hevur verið, herav veiðudagar, hvar og nær landað var o.s.fr. samsvarandi landsstýrisins fyriskipanum.

§ 4 Viðvíkjandi útróðrinum hevur avvarandi eigari, fyri opnar bátar tann, ið keypir allan ella…

Viðvíkjandi útróðrinum hevur avvarandi eigari, fyri opnar bátar tann, ið keypir allan ella meginpartin av fonginum, skyldu til, í seinasta lagi 3 dagar eftir hvørt mánaðarskifti, at senda landsstýrinum um vrakarastovnin taluppgávu (statistikk) fyri farna mánaðin yvir, hvussu nógv veitt er (fyri dekksbátar eisini fiskasløg), og hvar veiðan er farin, og verður hetta at vátta av vrakieftirlitsmanni ella av vrakara, sum hann hevur lagt hetta starv á. Taluppgávan skal greiða frá veiðufari, veiðuplássi, hvussu nógvir túrar gjørdir eru, herav veiðudagar, hvar avreitt varð o.s.fr. alt samsvarandi landsstýrisins greiniligu fyriskipanum.

§ 5 Viðvíkjandi sildaveiðu verður á sama hátt til landsstýrið um vrakarastovnin at senda taluppgávu…

Viðvíkjandi sildaveiðu verður á sama hátt til landsstýrið um vrakarastovnin at senda taluppgávu yvir fong, fiskifar o.s.fr. smbr. §§ 1, 2 og 4, við teimum broytingum, sum landsstýrið greiniligari fyriskipar.

§ 6 Skiparin eigur at ansa eftir, at tað, hvønn dag fiskað verður, verður førdur ein listi yvir nøgd…

Skiparin eigur at ansa eftir, at tað, hvønn dag fiskað verður, verður førdur ein listi yvir nøgd av tí kvalitetsfiski (kalva, reyðsprøku o.t.), sum vegna goymslutrupulleikar má verða koyrdur fyri borð aftur. Slíkur listi skal seinast 2 dagar, eftir at skipið er komið í føroyska havn, sendast landsstýrinum.

§ 7 Øll nøgdin av fiski, sum er á goymslu skal av avvarandi eigara verða uppgivin til landsstýrið um…

Øll nøgdin av fiski, sum er á goymslu skal av avvarandi eigara verða uppgivin til landsstýrið um vrakarastovnin í seinasta lagi 8 dagar, eftir at hvørt fjórðingsár er lokið.

§ 8 Tær í §§ 1-7 umrøddu taluppgávur skulu skrivast á oyðubløð, ið eru góðtikin av landsstýrinum

Tær í §§ 1-7 umrøddu taluppgávur skulu skrivast á oyðubløð, ið eru góðtikin av landsstýrinum. Oyðubløðini fáast hjá landsstýrinum, vrakarastovninum, sýslumanninum, sóknarfútanum í Vági og hjá postverkinum. Tær í §§ 1-7 fyriskipaðu taluppgávur skulu, soleiðis sum nevndu tíðarfreistir fyriseta, sendast til avvarandi vrakieftirlitsmann, sum í seinasta lagi 6 dagar eftir móttøkuna sendir oyðubløðini til yvirvrakaran við váttan um, hvørt allur landaður fiskur saman við øllum fiski, sum er á goymslu, er givin upp. Yvirvrakarin ger fyri hvønn mánaða eitt stutt yvirlit yvir tær fingnu taluppgávurnar yvir veiðuna og sendir taluppgávurnar saman við yvirlitinum og tørvandi viðmerkingum til landsstýrið í seinasta lagi tann 15. í eftirfylgjandi mánaða.

§ 9 Hann, ið vanrøkir sína plikt at geva tær upplýsingar, sum skylda hans er at geva, ella sum við…

Hann, ið vanrøkir sína plikt at geva tær upplýsingar, sum skylda hans er at geva, ella sum við vilja gevur skeivar upplýsingar, og somuleiðis hann, ið ikki ansar eftir, at upplýsingar verða givnar, verður at sekta við bót, sum í minnsta lagi er 10 kr.

§ 10 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin

Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
statistikk, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023 · innanhýsis
Galdandi · 3. januar 1950

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙