Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mars 2000 Nr. 39

Kunngerð um næmingaráð á yrkisskúlum

Við heimild í § 20, stk. 3, í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar verður ásett:

§ 1 Eitt næmingaráð verður skipað á Føroya Handilsskúla í Tórshavn, eitt á Føroya Handilsskúla á…

Eitt næmingaráð verður skipað á Føroya Handilsskúla í Tórshavn, eitt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, eitt á Tekniska Skúlanum í Tórshavn og eitt á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.

§ 2 Allir næmingar í hvørjum skúla hava valrætt til sítt næmingaráð

Allir næmingar í hvørjum skúla hava valrætt til sítt næmingaráð. Stk. 2. Næmingarnir velja sínámillum 3 limir í eitt næmingaráð at avgreiða gerandismál. Hesir verða valdir fyri 1 ár í senn. Stk. 3. Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, varaformanni og skrivara. Stk. 4. Næmingaráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan. Stk. 5. Næmingaráðið umboðar næmingarnar alment og yvir fyri stýri skúlans, skúlastjóra og lærarum.

§ 3 Val til næmingaráðið, sbrt. § 2, fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði.…

Val til næmingaráðið, sbrt. § 2, fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði. Fráfarandi næmingaráð skipar fyri vali av nýggjum næmingaráði. Stk. 2. Um meira enn 1/3 av øllum fulltíðarnæmingum á skúlanum skrivliga krevur tað, verður skipað fyri vali av nýggjum næmingaráði í skúlanum, hóast ásetingina í stk. 1. Stk. 3. Um einki næmingaráð er á skúlanum, skipar skúlastjórin/deildarstjórin fyri vali av starvsnevnd.

§ 4 Á ráðsfundum verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta

Á ráðsfundum verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta. Stk. 2. Skrivarin í næmingaráðnum førir gerðabók, tá ið næmingaráðsfundur er, og verður hon undirskrivað av formanni og skrivara við fundarlok.

§ 5 Útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans

Útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans. Stk. 2. Skúlin sær til, at næmingaráðið hevur atgongd til høli at halda fundir í, umframt til tiltøk, ið hava felags áhuga á skúlanum.

§ 6 Næmingaráðið skal úttala seg um øll mál, sum lærararáð skúlans, skúlastjórin/deildarstjórin,…

Næmingaráðið skal úttala seg um øll mál, sum lærararáð skúlans, skúlastjórin/deildarstjórin, stýri skúlans ella fyrisitingarligi myndugleikin leggja fyri hana. Stk. 2. Næmingaráðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka næminginum.

§ 7 Ummæli frá næmingaráðnum viðvíkjandi næmingaviðurskiftum á skúlanum skulu fráboðast…

Ummæli frá næmingaráðnum viðvíkjandi næmingaviðurskiftum á skúlanum skulu fráboðast skúlastjóranum/deildarstjóranum skrivliga.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000. Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 20. mars 2000 Signar á Brúnni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙