Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. apríl 2021 Nr. 39

Kunngerð um royndir og prógv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, sum broytt við kunngerð nr. 132 frá 31. august 2021

Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, nr. 3, § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-3, § 6, stk. 2 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø., verður ásett:

Øki

§ 1 Kunngerðin fevnir um krøvini til royndir og prógv sambært § 2 í kunngerð um krøv til sigling við…

Kunngerðin fevnir um krøvini til royndir og prógv sambært § 2 í kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar. Føraraprógvið

§ 2 Føraraprógvið gevur rætt til at føra vatnskutara, luftpútufar og onnur líknandi før, ið eru bygd…

Føraraprógvið gevur rætt til at føra vatnskutara, luftpútufar og onnur líknandi før, ið eru bygd at verða førd av persóni, ið situr ella stendur á skrokkinum sambært § 1 í kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar. Roynd

§ 3 Til útvegan av føraraprógvi sbrt. § 1 er krav um, at viðkomandi skal hava staðið eina ástøðiliga…

Til útvegan av føraraprógvi sbrt. § 1 er krav um, at viðkomandi skal hava staðið eina ástøðiliga og eina verkliga roynd. Stk. 2. Royndin skal staðfesta, um viðkomandi, sum tekur royndina, á tryggan og fullgóðan hátt kann virka á einum frítíðarfari, sum er fevnt av kunngerð um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar og varða um trygdina á egnum fari við atliti at umhvørvinum. Royndin skal eisini staðfesta, um viðkomandi hevur nóg góðan kunnleika til sjóreglur, uppmerkingar av siglingarleiðum, trygd á sjónum, fyribyrging og eldsløkking umborð á minni førum, siglingarreglur og vernd av havumhvørvinum. Stk. 3. Viðkomandi, sum tekur royndina, skal vísa nøktandi vitan um hesi evnir: 1) Ábyrgdarbýtið umborð. 2) Víkiskyldu. 3) Siglingarreglur á ávísum økjum í nærumhvørvinum. 4) Atburð og trygd við og umborð á farinum, undir hesum tiltøk við eldsbruna, samanstoyti, og um siglt verður á land. Stk. 4. Viðkomandi, sum tekur royndina, skal, við sigling í skikkaðum fari, vísa nøktandi førleikar innan hesi økir: 1) Gera klárt til at sigla. 2) At fara frá og leggja at landi. 3) Nýtslu av trygdarútgerð. 4) Nýtslu av siglingarreglum. 5) Tiltøk, um persónur fer fyri borð, at bjarga sær sjálvum og øðrum. 6) Sigling við skiftandi ferð, stýring og mannerering undir akselerasjón og við høgari og lágari ferð. 7) Mannerering við víkiskyldu og neyðsteðg. 8) Tryggan atburð og leypandi meting av váðum undir sigling. Stk. 5. 1) Persónar, sum hava dugnaskaparprógv til stuttleikabátar undir 20 BT, skulu bert vísa førleikar sambært ásetingunum í stk. 4 fyri at fáa føraraprógv.

§ 4 Royndirnar skulu fara fram á góðkendum maritimum skúla

Royndirnar skulu fara fram á góðkendum maritimum skúla. Stk. 2. Skúlin ger eina útbúgvingarætlan, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna og hevur eftirlit við. Útbúgvingarætlanin skal eitt nú lýsa innihald, undirvísingartilfar, próvtøku og longd á skeiði. Stk. 3. Skúlin skrivar út prógv fyri staðin skeið. Stk. 4. Treytin fyri upptøku til skeiðið er, at viðkomandi er fyltur 16 ár. Gjald

§ 5 Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í…

Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við royndirnar, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv. Góðkenning av útlendskum føraraprógvum

§ 6 Landsstýrismaðurin kann góðkenna útlendsk føraraprógv

Landsstýrismaðurin kann góðkenna útlendsk føraraprógv. Stk. 2. Góðkenningin er treytað av, at: 1) ástøðiligi parturin í útlendsku útbúgvingini fevnir um minst somu evni sum tann føroyska og gevur minst líka góðan ástøðiligan førleika at nýta vatnskutara, luftpútufar og onnur líknadi før trygt, og 2) verkligi parturin í útlendsku útbúgvingini fevnir um minst somu evni, sum tann føroyska, og gevur minst líka góðan verkligan førleika at nýta vatnskutara, luftpútufar og onnur líknandi før trygt. Kærur

§ 7 Avgerðir, sum tiknar verða sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin

Avgerðir, sum tiknar verða sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærur um avgerðir sambært stk. 1. skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum. Stk. 3. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrismannin. Stk. 4. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum. Stk. 5. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar. Gildiskoma

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og mentamálaráðið, 19. apríl 2021 Jenis av Rana (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 132 frá 31. august 2021.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙