Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 39 5. apríl 2017

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør 1) 2)

(Fráboðan F)

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og kap. I, regel 1.…

Kunngerðin er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og kap. I, regel 1. Kunngerðin er somuleiðis galdandi fyri fyritøkur og persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør, ið eru fevnd av hesum regluverki.

§ 2 Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá…

Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesi kunngerð.

§ 3 Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk…

Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk skip fevnd av hesi kunngerð, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini.

§ 4 Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár

Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2017 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) 1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. 2) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 6. juli 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018.” Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙