Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. mars 2003 Nr. 38
Kunngerð um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1 Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2001 kr. 60.000, fyri…
Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2001 kr. 60.000, fyri 2002 kr. 62.000, og fyri 2003 kr. 63.000, og verður hon minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi kunngerð nr. 27 frá 11. mars 1998 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb, kunngerð nr. 1 frá 11. januar 1999 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb og kunngerð nr. 30 frá 14. mars 2000 frá fíggjarmálastýrinum um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb. Fíggjarmálaráðið, 21. mars 2003 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.