Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mars 2023 Nr. 38

Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit

(Gjøldini verða dagførd)

§ 1 Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og…

Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 11. apríl 2011 og kunngerð nr. 74 frá 22. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Fyri eftirlit við fiski og fiskavørum til matna, sum verða innflutt úr triðjalandi, t.e. fiskur og fiskavøra, ið skal um eina marknaeftirlitsstøð, verða hesi gjøld tikin: 1) 77 evrur fyri hvørja sending upp til 6 tons, og síðani 2) 12 evrur fyri hvørt tonsið upp til 46 tons, ella 3) 590 evrur fyri hvørja sending omanfyri 46 tons. Stk. 2. Gjøldini eftir stk. 1 verða, fyri sending­ar, sum eru býttar sundur í smærri vørupartí, ásett soleiðis: 1) 840 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 500 tons, 2) 1680 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 1000 tons, 3) 3360 evrur fyri hvørt skipið við last upp til 2000 tons, og 4) 5040 evrur fyri hvørt skipið við last oman­fyri 2000 tons.” 2. § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Fyri váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum, undir hesum eisini akvakultur­dýr, ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum við ES, verða, umframt ein grundupphædd, ið fevnir um fyrireikingar­kostnað og flutningskostnað upp á 2.500 kr., rindað hesi gjøld: 1) 500 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00, 2) 750 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00, og 3) 1.000 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14 og sunnudagar og halgidagar. Stk. 2. Fyri at vátta pass ella annað skjal, tá ið ferðast verður við djórum, er grundupphæddin 500 kr. fyri hvørja málsviðgerð, og síðani 250 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma, sum málsvið­gerðin tekur.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2023

Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2023. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 20. mars 2023 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙