Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. mars 2025 Nr. 38

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a.

(SOLAS) 1)

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, og løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, verður ásett:

§ 1 Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er henda kunngerð galdandi fyri

Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er henda kunngerð galdandi fyri: 1) Ferðamannaskip í altjóða sigling, uttan mun til stødd. 2) Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira uttan mun til, um skipið er í innanoyggja sigling ella í altjóða sigling, sbr. tó stk. 2. 3) Stuttleikafør, 24 metrar ella longri. Stk. 2. Handilsskip, 15 metrar ella longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, tó styttri enn 24 metrar, sum sigla innanfyri 100 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri hetta regluverkið koma undir ásetingarnar í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F). Stk. 3. Byggikrøvini og útgerðarkrøvini til tey í stk. 1 og 2 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 1 og 2 til hesa kunngerð.

§ 2 Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesi kunngerð, sum hava…

Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesi kunngerð, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá viðkomandi umborð á skipinum.

§ 3 Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið fremur brot á § 2 og ásetingarnar í…

Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið fremur brot á § 2 og ásetingarnar í skjali 2.. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025, og samstundis fer úr gildi kunngerð frá…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025, og samstundis fer úr gildi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum nr. 141 frá 21. oktober 2021 um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. Stk. 2. Krøvini í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum nr. 141 frá 21. oktober 2021 um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið, 13. mars 2025 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) Skjal 1 Alment um kunngerðina Ásetingarnar í hesi kunngerð skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti at niðanfyri nevndu broytingum og tillagingum til føroysk viðurskiftir: 1) Allastaðni, har “Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í skjali 2 til hesa kunngerð, skal, tá ræður um føroyskt myndugleikaøki, skiljast “Sjóvinnustýrið”, ella møguliga annar heimilaður føroyskur myndugleiki. 2) Allastaðni, har orðingar sum “Danmark/dansk”, “Grønland/grønlandsk”, ella “dansk skib/grønlandsk skib” verða nýttar í skjali 2 til hesa kunngerð, skal skiljast “Føroyar/føroyskt” ella “føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki. 3) Tá Føroyar ikki er limur í ES, eru ásetingarnar í hesi kunngerð viðvíkjandi formligum innanhýsis rættindum og skyldum hjá einum ES-limalandi mótvegis einum øðrum limalandi, ella fráboðanarskyldur o.a. mótvegis einum ES-myndugleika, ikki galdandi fyri Føroyar uttan so, at hetta beinleiðis verður álagt triðjalandsskipum. Teknisk krøv, ið stava frá ES reglum, og sum eru ásett í hesi kunngerð, eru tó galdandi fyri avvarðandi føroysk skip, fevnd av hesi kunngerð, í tann mun nevndu ES reglur eisini eru galdandi fyri skip, sum ikki sigla undir ES-flaggi. 4) Sjóvinnustýrið kann, annaðhvørt alment ella í tí einstaka førinum, víkja frá teimum í skjali 2 nevndu tíðarfreistum fyri lúkan av krøvum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sbrt. altjóða sáttmálum og møguligum ES-reglum. 5) Alment skal kunngerðin lesast og skiljast við atliti at føroyskum skipum, føroyskum viðurskiftum og føroyskum myndugleikaøki. 6) Dagfestingarnar nevndar í skjølunum til hesa kunngerð, sum eru tengdar at gildiskomuni av avvarðandi donsku reglunum, skulu í føroyskum høpi skiljast sum galdandi frá tí degi, hendan kunngerð frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi. 7) Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá danska Søfartsstyrelsen, sum knýta seg til hesa kunngerð, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum. Serføroyskar reglur um innflaggaði skip undir 500 BT og SOLAS-skip: 1) Bæði ferðamannaskip og handilsskip, fevnd av hesi kunngerð, sum sbrt. ásetingunum í kap. 1, brot A, reglu 2 (t) eru minni enn 500 BT, og sum verða innflutt/innflaggaði til Føroya eftir 1. okt. 2007, verða, uttan mun til nær tey eru kjølløgd, viðgjørd sum nýggj skip samsvarandi reglunum fyri skip kjølløgd tann 1. januar 2002 ella seinni. Sjóvinnustýrið kann loyva undantaki frá ásetingunum í 1. pkt., um skip og reiðarí lúka ávísar nærri treytir settar av Sjóvinnustýrinum um m.a. standin á skipinum, nøktandi sýn og rakstur av skipi og reiðaríi. 2) Fyri handilsskip undir 500 BT verður útskrivað eitt siglingarloyvi eftir fyrsta sýn. Í siglingarloyvinum verður ásett í hvørjum øki skipið kann sigla, umframt undir hvørjum treytum skipið kann nýtast. Harumframt verður tað hægst loyvda talið av ferðafólki ásett, sum við verandi bjargingarútgerð kunnu vera umborð. 3) Skip, 500 BT ella størri (SOLAS-skip), skulu sum byrjanarstøði lúka øll krøvini í hesi kunngerð sum annaðhvørt nýggj ella verandi skip, sbrt. kap. 1, brot A, regla 2 (k) og (1). Sjóvinnustýrið kann tó loyva hesum skipum at verða heilt ella lutvíst undantikin frá møguligum donskum serkrøvum í hesi kunngerð, ið ikki stava frá altjóða sáttmálum, sum Føroyar hava tikið undir við. Somuleiðis kunnu hesi skip heilt ella lutvíst verða frítikin fyri møgulig ES-krøv, sum ikki fevna um skip, ið sigla undir øðrum flaggi enn ES-flaggi. Heimildir: 1. Ásetingarnar í hesi kunngerð eru grundaðar á altjóða sáttmálan um bjarging av mannalívum á sjónum (SOLAS) 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum. 2. Ásetingarnar í kapittli XIII í skjal 2 seta í verk skoðanarskipanina hjá IMO fyri limalond. 3. Ásetingarnar í kapittli XIV í skjal 2 seta í verk altjóða koduna um trygdarátøk fyri skip, ið sigla í pólhøvum. 1) Skjal 2 er ikki lagt út á logir.fo, men at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Kunngerðum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001
Avtøkur
Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. · innanhýsis
Áður galdandi · 21. oktober 2021

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙