Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mars 2023 Nr. 37
Kunngerð um broyting í kunngerð um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís
(Mátingareindin litur verður sett í kunngerðina)
§ 1 Í kunngerð nr. 15 frá 13. februar 2023 um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís…
Í kunngerð nr. 15 frá 13. februar 2023 um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís verður § 2, nr. 2, orðað soleiðis: “2) Eindarprísur: Endaligi prísurin, íroknað meirvirðisgjald, pant og øll onnur avgjøld, í hesum mátingareindum: eitt kilo, ein litur, ein metur, ein fermetur ella ein rúmmetur fyri eina vøru ella vørueind, sbr. tó § 7.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. mars 2023 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.