Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. apríl 2016 Nr. 37
Kunngerð um sigling í sjóøkinum
Við heimild í § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1 Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma inn í innara…
Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma inn í innara sjóøkið, t.e. sjóøkið innan fyri grundlinjurnar, til tess at fyribyrgja óskili og vanda á sjónum í sambandi við virksemi í sjóøkinum, m.a. grindarakstur og annað lógligt virksemi í sjóøkinum. Slíkt forboð kann verða sett ávísum útlendskum skipum, ið kunnu væntast at gera seg inn á lógligt virksemi í sjóøkinum, tí tey t.d. áður hava verið í sjóøkinum, og tá roynt fysiskt at forða fyri, at lógligt virksemi fer fram. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóøkið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóøki, og har tað tískil ikki er talan um meinaleysa gjøgnumsigling, sbr. grein 18 í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Stk. 3. Forboð eftir stk. 1 og 2 fevnir eisini um smærri bátar, ið eru knýttir at skipum, sum hava fingið forboð eftir stk. 1 og 2. Stk. 4. Forboð eftir stk. 1-3 fevnir ikki um føri, tá skip og bátar í neyðstøðu hava tørv á at koma inn í sjóøkið. Stk. 5. Ásetingarnar í hesi kunngerð og forboð eftir kunngerðini verða eisini fráboðað sjóvinnumyndugleikunum í londum, har skip, sum hava fingið forboð, eru skrásett.
§ 2 Við sekt verður tann revsaður, ið ikki yvirheldur forboð, ið er givið sambært § 1, stk. 1, 2 og 3
Við sekt verður tann revsaður, ið ikki yvirheldur forboð, ið er givið sambært § 1, stk. 1, 2 og 3. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapitli 5 í revsilógini.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 21. apríl 2016 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.