Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mars 2000 Nr. 37

Kunngerð um gjøld fyri tænastur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan veitir

Við heimild í § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, § 42, stk. 5, í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. og § 6, stk. 2, í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verður ásett:

§ 1 Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetir gjald fyri sínar veitingar til fulnað fyri tær útreiðslur,…

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetir gjald fyri sínar veitingar til fulnað fyri tær útreiðslur, sum standast av veitingunum. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við prísásetingunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

§ 2 Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger príslista fyri sýniskanning, løggilding, skráseting, góðkenning,…

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger príslista fyri sýniskanning, løggilding, skráseting, góðkenning, váttan, eftirlit o.s.fr.

§ 3 Um prísásetingargrundarlagið broytist, ella nýggir greiningarhættir verða lagdir afturat, kann…

Um prísásetingargrundarlagið broytist, ella nýggir greiningarhættir verða lagdir afturat, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan broyta gjaldið ella áseta nýggj gjøld. Landsstýrimaðurin skal kunnast um broytingarnar.

§ 4 Príslistin verður ikki kunngjørdur, men dagførdur listi fæst við at venda sær til Heilsufrøðiligu…

Príslistin verður ikki kunngjørdur, men dagførdur listi fæst við at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

§ 5 Avsláttur kann veitast soleiðis

Avsláttur kann veitast soleiðis: Kanningar út yvir 25.000 kr. árliga: 10% í avsláttri. Kanningar út yvir 50.000 kr. árliga: 25% í avsláttri. Avsláttur verður avroknaður eina ferð um árið í 1. ársfjórðingi í eftirfylgjandi ári.

§ 6 Kostnaðurin fyri kanningar, ið hava skund, er vanligt gjald + 100%

Kostnaðurin fyri kanningar, ið hava skund, er vanligt gjald + 100%.

§ 7 Er eingin serstøk avtala gjørd, fella kravd gjøld til gjaldingar í verandi mánaði + 25 dagar.…

Er eingin serstøk avtala gjørd, fella kravd gjøld til gjaldingar í verandi mánaði + 25 dagar. Verða gjaldstreytirnar ikki hildnar, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan sýta fyri at gera fleiri tænastur fyri viðkomandi, tá uppgávan ikki er løgd til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sambært lóg.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 79 frá 1993 um…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 79 frá 1993 um gjøld fyri tænastur gjørdar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 1. mars 1994. Vinnumálastýrið, 20. mars 2000 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum · innanhýsis
Galdandi · 26. mai 2011
Heimildir
Heilsufrøðiligu Starvsstovu · innanhýsis
Galdandi · 13. mars 1986
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙