Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2011 Nr. 37

Kunngerð um skráseting av hýru- og skúlavognum uttan skrásetingargjald

Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, verður ásett:

§ 1 Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um…

Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring. Stk. 2. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlavogn uttan skrásetingargjald verður bert givið tí, ið er skrásettur fyri viðkomandi akfar.

§ 2 Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrásetingargjald skal latast Akstovuni

Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrásetingargjald skal latast Akstovuni. Stk. 2. Við umsóknini um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av: 1) koyrikorti, ið er áteknað til aksturvinnu, 2) hýruvognsloyvi, um umsøkjarin ynskir at skráseta akfar sum hýruvogn í kommunu, har kunngerð um standardhýruvognsreglugerð er galdandi og 3) dóps- ella navnaseðli. Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlavogn skal hjáleggjast avrit av: 1) koyrikorti, ið er áteknað við góðkenning sum koyrilærari og 2) dóps- ella navnaseðli.

§ 3 Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra…

Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyribók, sum skal framvísast eftir áheitan frá TAKS. Stk. 2. Koyribókin skal vera førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at: 1) kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina, 2) kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina og 3) koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.

§ 4 Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar…

Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið TAKS ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá TAKS biður um tað. Stk. 2. Vegleiðandi fyri um talan er um hýruvogn sum vinnu kunnu hesi minstumørk ásetast fyri miðalinntøku pr. koyrdan kilometur. 1) Í Tórshavnar kommunu er 4,50 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi. 2) Á øðrum plássum er 4,00 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi.

§ 5 Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald, frálæru til í minsta lagi 25…

Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlavogn uttan skrásetingargjald, frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið, má ætlast, at talan er um skúlavognskoyring sum vinnu. Akstovan kann krevja tann, ið hevur skúlavognsloyvi eftir upplýsingum um m.a. tal av næmingum og samanbera hesar við egna skráseting, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytar frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald.

§ 6 Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar

Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar. Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýru- ella skúlavogninum. Umsøkjarin rindar tinglýsingargjaldið.

§ 7 Akfar, ið verður skrásett sum hýru- ella skúlavognur, skal vera tryggjað fyri fult virði.…

Akfar, ið verður skrásett sum hýru- ella skúlavognur, skal vera tryggjað fyri fult virði. Umsøkjarin rindar fyri veðhavaralýsing.

§ 8 Avgerðir hjá TAKS og Akstovuni kunnu kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur…

Avgerðir hjá TAKS og Akstovuni kunnu kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. mai 2011.…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá 1. mai 2011. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003 um skráseting av motorakførum. Fíggjarmálaráðið, 16. mai 2011 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Atli Suni Leo (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
skráseting av motorakførum · innanhýsis
Áður galdandi · 19. februar 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙